VB nýtt álopsvápn úr Serbia

Spæliloyvið hjá nýggja VB manninum kom upp á pláss hósdagin, so hann verður við í Klaksvík, har heimamenninir vóna at fáa meiri burturúr, enn teir hava fingið ímóti VB tríggjar tær seinastu ferðirnar

Upptakt

Eisini í øðrum umfari eigur KÍ heimavøll. Um úrtøkan ikki er góð, kennist tað sjálvandi einki serligt at eiga heimavøll fleiri ferðir á rað í fyrstu umførunum. Tá ið úrtøkan er góð, kemur heimavøllurin væl við, og áhugin millum viðhaldsfólkini verður beinanvegin stórur, tá ið úrtøkan er stór.
2. páskadag fekk KÍ meiri burturúr, enn teir í fjør fingu á heimavølli ímóti HB. Takið í morgin er at fáa meiri burturúr á heimavølli, enn tað hevur eydnast trý tey seinastu árini, tá ið VB hevur vitjað. Tá hevur tað hvørja ferð verið javnleikur.
Í Klaksvík hevur Ove Flindt Bjerg í hesi vikuni roynt at fáa spælararnar at savna hugsanirnar um avbjóðingina ímóti VB og ikki at hugsa um kloddaríið í steypakappingini og hvørjar avleiðingarnar av tí kunnu fara at verða.
Ovi Nysted er leikbannaður eftir reyða kortið ímóti HB. Jan Andreasen, sum varð settur inn í miðverjuna, tá ið Ovi fór av vøllinum 2. páskadag, er upplagt val til miðverjuna hesa ferð. Eftir at hann í fleiri vikur hevur verið skaddur, hevur Karstin Joensen vant við fullari ferð tvær tær seinastu vikurnar, og tað kann væl vera, at tað verður hann, sum fer at verja KÍ málið í morgin. So fer Mathias Samuelsen at sita á beinkinum saman við ungu monnunum Julian Samuelsen og Kristoffuri Jacobsen, sum vórðu settir inn í 2. hálvleiki ímóti HB.
Tvey tey seinastu vikuskiftini hava vágbingar á heimavølli havt ilt við at finna mótstøðumálið ímóti ÍF. Nú eru formligu viðurskiftini komin í rættlag hjá manninum, sum VB venjarin, John Christensen, vónar skal vera vandamikla álopsvápnið. Nenad Zivanovic hevur vant við í í fleiri vikur, men ikki fyrrenn í fyrradagin komu loyvini upp á pláss.
- Nenad er typiskur serbiskur fótbóltsspælari. Hann hevur góðan bóltførleika, hann er skjótur, og so vóna vit, at hann í dystum verður eins vandamikil undir málinum, sum hann hevur verið í venjingunum, sigur VB venjarin. Hann og hinir í VB ferðalagnum fara úr Vági og til Klaksvíkar í dag, so teir verða væl fyri at spæla í morgin.