VB mundi skapt eina sensatión

Munurin millum odda- og botnliðið var nevnliga bara eitt mál, tá teir 60 minuttirnir vóru farnir.

Tað var annars lítið, sum bendi á nakran spenning undan steðginum, men eftir steðgin slakaðu vertirnir dekan ov nógv.

Samstundis noktaðu tær hjá VB at geva skarvin yvir, og seinastu løtuna kapprunnu tær móti klokkuni í royndunum at vinna Tjaldur aftur.

Seinastu løtuna gjørdist spenninguri heilt stórur, tá Tjaldur fyrst misnýtti brotskast, fyri síðani at fáa eina útvísing, men tað eydnaðist altso ikki hjá VB at koma nærri enn tað sama.

 

Fyri Tjaldur skeyt Adina Petrea 8 mál. Svava Vestergaard og Christina Holm skutu 5 mál hvør fyri VB.

 

Tjaldur-VB 23-22 (15-9)