VB mundi mist stig

VB spældi sera sannførandi fyrra hálvleik og var í steðginum átta mál framman fyri Tjaldur, sum í evstu løtu mundi fingið ein javnleik burturúr

Soleiðis sum stigatalvan sær út, skuldi VB í grundini ikki verið í so øgiliga stórum vanda fyri at mist nakað sum helst í einum dysti ímóti Tjaldri, sjálvt ikki á útivølli. Men allíkavæl var um reppið, at VB í evstu løtu spældi sær av við ann­að stigið í høllini í Runavík í gjár. Hevði tað hent, hevði talan verið um sera dýran stigamiss, tí VB ligg­ur í harðari kapping við serliga Stjørn­una, har ráð ikki eru til at søpla nakað burtur.
Í dystinum í Runavík var bara eitt mál á muni millum liðini, tá farið varð inn í seinasta minuttin VB var á odda 22-21 og Tjaldur hevði bóltin. Eydnaðist vertunum at fáa mál, stóð á jøvnum, og so hevði spurn­ingurin verið, um VB burtur úr allar­síðstu sekundunum kundi fingið eitt mál aftrat.
Til alla lukku fyri VB og tað øvugta fyri Tjaldur, so gjørdi heima­liðið álopsfeil og misti bóltin, og tí kundi VB fara í eitt seinasta álop, tá bara eini tíggju sekund vóru eftir. VB-kvinnurnar gjørdu ongan feil, men skoraðu og vunnu tískil dystin við tveimum málum, 23-21.

Trý mál í 17 minuttir
Fyrsta hálva tíman sat VB væl og virðiliga á tí heila, tí vágskvinnur runnu og tuskaðu um allan vøllin, og einki røktist fyri, at Tjaldur skuldi gera nakrar skreytir. Hálv­leiks­støðan var 15-7 til VB, sum und­ir øllum vanligum umstøðum longu skuldi havt mestsum vunnið dyst­in, tí átta mál eru ikki so líkatil at vinna innaftur.
Men í seinna hálvleiki fekk VB einki at rigga, samstundis sum tær hjá Tjaldri náðileyst revsaðu so at siga øll mistøk við kontantari av­rokning. At VB so eisini skuldi stríð­ast við fýra útvísingar og eitt bein­leiðis reytt kort, gjørdi ikki støðuna frægari.
Stóran part av seinna hálvleiki stóð púra fast hjá VB, sum skoraði til 21-13 trettan minuttir inn í seinna hálvleik og so aftur skoraði til 22-16 í seytjanda minutti. Annars stóð fast hjá VB, til tað í allarseinastu sek­und­unum eydnaðist at skora sigurs­málið til 23-21. Trý mál í seytjan min­uttir er ikki imponerandi, og kanska skulu tær í VB prísa seg lukku­ligar fyri, at mótstøðuliðið hesa ferð »bara« var Tjaldur…

Tjaldur: Sólfríða Pattinson 7, Adina Petrea 7, Ansy Sevdal 5, Heidi Sevdal 2
VB: Rannvá Johannessen 6, Ana Lukic 5, Gurið K. Mortensen 5, Una Egillsdóttir 3, Andrea Nielsen 2, Bára K. Mortensen 2