Tvey lið hava kappast um oddasessin í Sunset deildini hjá kvinnum í at kalla alt ár. Her er talan sjálvandi um Stjørnuna og Neistan, men síðstu dystirnar er eitt triðja lið við at blanda seg í oddastríðið.
VB hevur víst sera góðar taktir í endaspælinum, og hetta hevur tryggjað teimum tveir sigrar, og eitt tepurt tap fyri oddaliðnum, Stjørnuni. Dysturin ímóti Stjørnuni var tó so javnur, at hann kundi koppað báðar vegir síðstu løtuna, og hetta fall so til fyrimuns fyri Stjørnuna, sum vann við einum máli.
Hjá Neistanum hevur ikki gingið eins væl. Gaman í hevur neistaliðið fingið eins nógv stig og VB í endaspælinum, men spælið hevur ikki verið líka sannførandi, og m.a. taptu tær stórt í báðum hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini fyri Stjørnuni.
Neistin havt fult tamarhald á VB
Sjálvt um VB helst hevur víst besta spælið síðstu dystirnar, so hevur Neistin havt fult tamarhald á vágskvinnum í undanfarnu dystunum í hesum kappingarárinum.
Fyrsti dysturin ímillum liðini var í høllini á Hálsi, og tá var eingin ivi um úrslitið. Neistin vann við níggju málum, og her fekk VB ongantíð fótin fyri seg. Í seinna dystinum í grundspælinum mundu flest øll vænta ein enn meir spennandi dyst í Vági, men enn einaferð vann Neistin stórsigur. Ein 31-18 sigur í Vági talar fyri seg, og tí má Neistin eisini metast at vera favorittur undan dystinum um vikuskiftið, sum verður í høllini á Hálsi sunnudagin.
Vinna tær enn einaferð ímóti VB, so hava tær næstan tryggjað sær pláss í finaluni um meistaraheitið.










