VB leigar Jan Allan fyri 30.000 krónur

Og Magni á Lakjuni skal styrkja um álopið hjá fuglfirðingum

Skúlaárið er um at vera liðugt, og tað ber m.a. við sær, at talið av útisetum, sum koma heim á klettarnar at vitja, er stórt.

Millum útisetarnar eru fleiri fótbóltsspælarar, sum fyrr hava verið í fremstu røð í fótbóltinum heima á landi, og bæði VB og ÍF, sum í morgin hittast á Vágseiði, hava gamlar kenningar sum nýggjar álopstrumfar.

Jan Allan Müller vandi fyrstu ferð við VB hóskvøldið. Hann er sáttmálabundin við Esbjerg, sum hann spældi fyri so seint sum síðsta sunnudag. VB, sum vónar at vinna fyrstu heiðursmerkini í ár og sum harafturat ætlar sær at arbeiða nógv fyri at røkka steypafinaluni, hevur leigað Jan Allan Müller frá Esbjerg. Sáttmálin er galdandi til seinna semifinalan móti B36 er fingin frá hondini, og sambært Jan Allan Müller sjálvan, so hevur VB goldið danska felagnum 30 túsund krónur fyri leigumálið. FSF er kunnað um avtaluna, og spæliloyvið er umvegins DBU og Fótbóltssambandið komið til Vágs.


Góðar royndir

Jan Allan Müller heldur, at hann er komin á eitt gott lið:

­ Eg vandi saman við teimum hóskvøldið, og tað var ein fragd. Eyðun Kjærbo er leikbannaður ímóti ÍF, men tað er eitt sindur av kapping um plássini, og serliga haldi eg, at miðvøllurin við John Eystberg, Pól Thorsteinsson og Zoran er góður, sigur útiseta vágbingurin.

Tað eru góðar royndir av samstarvið millum útisetan og barndómsfelagið hjá honum. Í fyrraárið lógu teir heilt illa fyri, tá hann kom heim, og so gekk sum eftir ánni. Jan Allan skoraði ellivu mál í níggju dystum, og burtursæð frá FM vinnarunum úr GÍ fekk einki annað lið so nógv stig sum Sumba/VB.

Umframt Jan Allan Müller verður Birgir Jørgensen í VB álopinum í morgin. Tá Eyðun Kjærbo er leikbannaður í miðverjuni er neyðugt við broytingum. Ein møguleiki er at Pól Thorsteinsson fer í miðverjuna og Milan Milanovic fer úr álopinum og á miðvøllin, ella at hann fer á vongverjan og Magni Jacobsen av vongverjanum og í miðverjuna.


Magni kom í gjár

Fuglfirðingar eru betri mannaðir, enn teir hava verið leingi. Egil Zachariasen var leikbannaður seinast. Hesa ferð hava teir einki leikbann, og Eyðálvur Petersen, sum var skaddur seinast, er eisini tøkur aftur.

Harafturat eru komnir tveir útisetar, sum báðir áður hava verið stuðlar á liðnum. Tummas Arne Winthereig hevur vant nakrar ferðir, meðan Magni á Lakjuni skuldi venja fyrstu ferð í gjárkvøldið.

­ Magni hevur spælt við besta føroyska liðnum í Keypmannahavn, og stóri spurningurin er so, hvussu støði á tí liðnum er, sammett við tað í bestu deildini í Føroyum, sigur Petur Simonsen, ÍF venjarin. Hann heldur, at Magni á Lakjuni hevur álopsdygdir, sum gera, at hann altíð er eitt aktiv fyri føroysk fótbóltslið.

Robbie Wood, annar av Liverpool monnunum, er so smátt við at koma fyri seg aftur. Hann hevur verið skaddur í seks vikur. Hesar síðstu tríggjar vikurnar hevur hann vant við, og ímóti NSÍ var hann í álopinum.

Í fjør vann VB 2-1 á ÍF á Vágseiði.