TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis við tvímálsskjúttan hjá VB, Báru K. Mortensen aftaná Bára og liðfelagarnir høvdu tapt 18-27 (10-12) ímóti Kyndli í dysti í Faxe Kondi kappingini, sum var spældu í høllini á Hálsi í Havn.
Bára K. Mortensen ásannar, at tá ein brennur so nógvar opnar málmøguleikar, sum VB ger í seinna hálvleiki, so ber ikki til at vinna ein dyst. Á jaligu síðuni heldur hon tó, at VB hevði gott tak á kyndilskvinnum í verjuni í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk ikki eftir vild.