Hondbóltur
Egill Steintórsson verður nýggjur venjari hjá hondbóltskvinnunum í Vági. Útlendski venjarin undanfarin ár heldur ikki fram, og tí tekur Egill vil starvinum.
- Eg var eitt sindur við móti endanum í fjør, tí venjarin var burturstaddur onkran dyst. Nú havi eg so fingið boðið starvið fast, og eg havi tikið av, sigur Egill Steintórsson.
Egill kom í 1986 úr Reykjavík til Tvøroyrar at spæla fótbólt við TB. Hann spældi tvey ár á Tvøroyri og flutti so suður til Vágs at spæla. Har var hann toppskjútti og álopsspæari í nógv ár, og hann hevur verið búsitandi í Vági siðani 1987. Í februar mánaði í ár vóru tað liðin 20 ár, síðani Egill kom til landið at búgva.
Spennandi uppgáva
Egill hevur eisini verið virkin innan hondbóltin, og nú skal hann taka við leiðsluni av kvinnuliðnum í hondbólti, sum hevur fingið góð úrslit seinastu árini.
- Hetta er ein spennandi uppgáva. Spælarar koma og fara, og tí rokni eg við onkrum broytingum á liðnum næsta kappingarár. Móti endanum av seinastu kapping vóru nógvir av spælarunum undir 20 ára gamlir, og har eru fleiri spennandi spælarar á veg, sigur Egill.
Tað verða tó ikki bert ungir spælarar úr Vági á liðnum hjá VB næsta vetur. Felagið skrivar á heimasíðu sínari, at ársins spælari í ár, Daiva Toumaite, kemur aftur til Føroya at spæla við VB næsta kappingarár, og tað kemur málverjin Asta Armonaviciute eisini.
- Eg kann einki lova frammanundan, men vit fara at gera eina roynd at fáa eitt gott úrslit aftur næsta kappingarár, sigur Egill Steintórsson.