VB koppaði Neistanum

Nærmastu kappingarneytarnir hjá Stjørnuni seinnu árini, Neistin og VB, hittust í høllini á Hálsi seinnapartin. Og tað vóru gestirnir úr Vági sum endaðu omaná.

VB vann sær tíðliga í dystinum eina leiðslu, og heimaliðið megnaði ongantíð at hótta gestirnar. So líðandi drógu vágskvinnur frá Neistanum, og tá bríkslað varð fyri seinastu ferð hevði VB vunnið við 24-19.