HONDBÓLTUR
Undan dystinum lá VB á triðja plássi við fýra stigum, meðan Kyndil lá aftast við tveimum stigum. Gongdin hjá báðum liðunum hevur tó verið tann rætta í seinastuni. Síðsta vikuskiftið vann VB á oddaliðnum Stjørnuni, meðan Kyndil hevur leikt tveir javnleikir á rað, so nógv væntaðu ein spennandi dyst í Vági.
Jøvn byrjan
VB og Kyndil vóru sera jøvn fyrstu løtuna, og liðini fylgdust væl at. Tey skiftust um at skora mál, og munurin var at kalla eingin á liðunum. Eftir 10 minuttum vóru kvinnurnar úr Vági so sera óhepnar, tá nýggi serbiski leikarin, Ivana, mátti fara út við skaða, og hetta tóktist ávirka VB-leikararnar nakað. Tær høvdu ringt við at finna stevið eina løtu, og hetta gjørdi kyndil sær dælt av, og eftir 20 minuttum førdi Kyndil 7-9, og hesa løtua var kyndil oman á.
16 minuttir avgjørdu dystin
Var Kyndil oman á hesa løtuna, so funnu vágskvinnur veruliga stevið eftir hetta. Tær fingu verjuna at koyra, og málverjin stóð ótrúliga væl síðstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki. Tær tóku fullkomiliga pippið frá kyndlakvinnunum, og hesa síðstu løtuna áðrenn hálvleiki skoraði VB 7 ferðir, meðan Kyndil einki mál fekk. So hálvleiksstøðan var 14-9 til VB.
Í seinna hálvleiki byrjaði VB, sum tær endaðu í fyrra hálvleiki. Tær hildu verjuna koyrandi, og fyrstu seks minuttirnar megnaðu tær eisini at halda Kyndli frá at skora. Hesa løtuna skoraði VB fýra ferðir, so tá førdi VB heili 18-9 yvir Kyndli, og nú tóktist dysturin avgjørdur.
Kyndil kempaði seg aftur
So kom vend aftur í dystin. Kyndil megnaði aftur at skora mál, og nú skoraðu tær fleiri. Tær spældu eisini ótrúliga væl hesa løtuna, og fleiri ferðir megnaðu tær at opna verjuna hjá VB við góðum kombinatiónum. VB gjørdi helst tann feilin, at tær føldu seg ov tryggar í sigrinum, so tær byrjaðu at skifta fleiri leikarar úr, og hetta hjálpti slett ikki upp á støðuna.
Tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum hevði Kyndil minka um munin niður í 25-19, og næstu løtuna fingu tær fýra mál á rað, soleiðis at munurin knappliga var niðri á tveimum málum, og fimm minuttir vóru eftir at spæla. So megnaði VB tó at skora tvey mál á rað, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kyndil fekk tó tey síðstu tvey málini, og sostatt endaði dysturin 27-25 til VB.
Hjá VB áttu serliga verjan og málverjin ábyrgdina av sigrinum henda dagin, men bæði Daiva og Gurið spældu eisini væl í álopspartinum. Ein av ungu leikarunum hjá VB, Bára Mortensen, spældi eisini ein góðan dyst, og hon fekk fýra mal av vonginum ímóti Kyndli.
Við sigrinum er VB nú bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, og tær eru veruliga í fer við at blanda seg í oddin. Kyndil liggur enn á aftasta plássi eftir ósigurin á VB.
Fakta um dystin
Málskjúttar
VB: Daiva Tuomaite 9 (3), Gurið Mortensen 7 (1), Bára Mortensen 4, Laila Jespersen 2, Miriam Michelsen 2, Jóna Thorsteinson 2, Una Egilsdóttir 1
Kyndil: Anja Heinadóttir 10, Lina Andriulyte 7, Brynhild Klein 2, Jórun Ludvig 2, Jacklin Durhuus 2, Barbara Egilstrøð 1. Vesna Tomajek 1
Brotskøst: VB 5, Kyndil 0
Útvísingar: VB 2, Kyndil 2