VB í hálvfinaluni

Við tryggum sigri á StÍF er VB víðari í steypakappingini

Kvinnurnar hjá VB kunnu nú byrja at fyrireika seg til hálvfinalu í steypakappingini.

 

Eftir javnleik á útivølli móti Neistanum hevði VB í dag vitjan av StÍF, og tann dystin vann VB trygt.

 

VB legði seg alt fyri eitt á odda, og tað var ongantíð nakar veruligur ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara.

 

Bert trý lið eru í bólki 1 hjá kvinnunum, og tí hevur VB nú tryggjað sær víðari luttøku. Hin hálvfinalisturin verður funnin, tá StÍF og Neistin avgreiða dystin, sum varð útsettur vegna veður.

 

VB-StÍF 26-17 (12-6)