VB hongur í toppinum

Seinasti møguleikin hjá VB at halda fast í oddaliðnum var sunnudagin, tá Stjørnan vitjaði, og hesaferð lótu tær í Vági ikki møguleikan fara framvið

 

VB-Stjørnan 30-25 (13-11)


Hondbóltur


Tá tosað hevur verið um kvinnuhondbóltin í vetur, hava tað einamest verið VÍF og Stjørnan, sum hava verið havd á lofti. Higartil hava tey skúgvað øll onnur lið til viks í FM-stríðnum, men eisini bara higartil.

VB hevur alla tíðina verið mett sum trið sterkasta liðið í kappingini, men eftir tvey tap fyri VÍF, eins og tap á útivølli fyri Stjørnuni, var meira ella minni líkt til, at tær eisini máttu taka til takkar við at verða triðbest.

Sjálvar hava tær í Vági tó ongantíð mist trúnna, og tá Stjørnan vitjaði sunnudagin, sýndu tær eisini í verki, at tað væl kann vera, at tær hóast alt fara at seta kílar í, nú endaspælið er um at fara ígongd.


Simona spældi við

Stjørnan var annars á pappírinum styrkt, við tað at Simona Dziugyte í evstu løtu fekk spæliloyvið útflýggja til dystin. Spurningurin er tó, um hetta yvirhøvur styrkti um hjá Stjørnuni, ella um alt stríðið við at fáa spælilovyi ikki heldur órógvaði meira enn gott var undan dystinum.

Um tað var hetta, ella um onnur viðurskifti gjørdu seg galdandi, verður verandi óvist, men sum skilst á øllum brøgdum, so var VB tað ágrýtnari liðið frá byrjan av dystinum.

Við sterkum verjuspælið órógvaðu tær alla tíðina stjørnuálopini, og sluppu klaksvíkingarnir framvið, tók Guðrun í Lágabø sær av fleiri stjørnuskotum. Í álopspartinum dúvaði VB hesa løtuna nógv upp á tær báðar útlendsku, og spakuliga fór VB at toga frá Stjørnuni. Nógv mál var tó ongantíð talan um hesa fyrstu løtuna, men hinvegin førdi leiðslan við sær, at VB-genturnar bara styrktust í trúnni um, at tað væl kundi lata seg gera at basa meistarunum.


Mansvardu tríggjar

Við styrktum sjálvsálitið komu VB-kvinnurnar soleiðis út til seinna hálvleik, og tað var eisini skjótt, at tær fóru at draga frá Stjørnuni.

Hálvleiksmunurin á tvey mál varð øktur upp í sjey, tá hálvrunnið var, og tað var eisini greitt, at okkurt heilt serligt skuldi til, um Stjørnan skuldi vinna hetta innaftur. Fyrsta royndin hjá gestunum var at mansverja Andreu Lütz, og tá hetta ikki tóktist at hjálpa stórvegis, varð eisini farið út eftir Reginu Radó og Gurið Mortensen seinastu løtuna.

Úr Vági skilst, at hetta viðførdi eitt sera fjáltursstungið VB-avrik seinastu løtuna, og tað eydnaðist eisini Stjørnuni at skora fýra mál á rað. At tað ikki gjørdist til fleiri mál var í stóran mun Guðrun í Lágabø at takka, og tá VB so aftur fekk nøkur kontra mál burtur úr bjarginum hennara, var alt í roynd og veru avgjørt.


Hetta var ikki nøkur avgerð

Eftir dystin spurdu vit venjaran hjá Stjørnuni, Rógva Nielsen, um tapið hevði við sær, at Stjørnan misti eitt avgerandi fet í FM-stríðnum, men hann var tó ikki av teirr áskoðan.

- Skulu vit vinna FM, skulu vit framvegis vinna báðar dystirnar móti VÍF, so í so máta broytir hetta einki hjá okkum. Væl kundu vit á pappírinum klára okkum við einum javnleiki og einum sigri, um vit vunnu hendan dystin, men vit fara so á vøllin fyri at spæla upp á javnleik í hondbólti, sigur venjarin.

Hann leggur afturat, at umframt dystirnar millum VÍF og Stjørnuna, so ivast hann ikki í, at dystirnir í Vági verða avgerandi fyri gullmerkini hetta kappingarárið.

- VB var liðið, sum vildi vinna í dag, og spæla tær soleiðis framyvir, er einki at ivast í, at bæði vit og VÍF fáa tað sera trupult móti teimum. Í so máta kann tað kanska vera ein fyrimunur, at vit taptu hendan dystin, tí nú er einki at ivast í, at motivatiónin hjá VB er í topp, sigur Rógvi Nielsen at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VB: Regina Radó 10(3), Christina Holm 7, Andrea Lütz 6, Gurið Mortensen 2, Mary Krosslá 2, Sólrun Krosslá 1

Stjørnan:

Vesna Tomjek 6(3), Sólva Eystberg 4(2), Annika Ljósstein 3, Bára Skaale 3, Joan M. Joensen 3, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 2, Simona Dziugyte 1

Brotskøst: VB 3, Stjørnan 6

Útvísingar: VB 4, Stjørnan 1

Dómaar úr H71: Petur S. Dahl og Ragnar Simonsen