VB?Skála
Jóannes Hansen
Ta? ver?ur forkunnug vitjan á Tvøroyri í morgin. Fyri fyrstu og ivaleyst einastu fer? í ár ver?ur landskappingardystur í bestu deildini á Sevm?ri. Ta? eru vágbingar, sum eiga heimavøllin. Gamla graslíki? er tiki? av vøllinum á Vágsei?i. N?ggja undirlagi? rokna teir vi? ver?ur lagt á í næstu viku, tá i? t?skararnir koma su?ur, eftir at teir nú eru lidnir á Toftum.
Vágbingar eru væl kunna?ir um, at Skála megna?i at gera av vi? HB í fyrsta umfarinum. Hesi tr? li?ini ? VB, Skála og HB ? vóru í sama bólki í steypakappingini. VB vann 4?0 og tapti 6?0 ímóti HB, og VB vann bá?ar uppger?irnar ímóti Skála. Á Skála var úrsliti? 6?3 til VB, og á Sevm?ri vann VB 4?0. HB vann tvær fer?ir vi? einum máli ímóti Skála. Út frá hesum sta?festa teir í Vági, at ta? skal ikki leggjast so nógv í úrslitini, og at talan ver?ur um heilt n?ggja avbjó?ing í morgin.
Allir VB spælararnir vóru tøkir undan venjingini í gjárkvøldi?.
Vongskerdir
Á Skála siga teir seg hava bæ?i beinini á jør?ini, og ta? halda teir seg hava orsøk til, sjálvt um teir vunnu tr? stig ímóti HB. Í tí dystinum vóru vongverjarnir bá?ir, Bár?ur Danielsen og Iulian Florescu, rættuliga ey?s?ndir, men ta? er ikki so víst, at teir fara at fáa møguleikan at endurtaka avriki? í morgin.
? Hvørgin teirra hevur vant í hesi vikuni. Iulian hevur trupulleikar í rygginum, og Bár?ur hevur trupulleikar í lærkrikanum. Ta? er rættuliga ivasamt, um teir ver?a tøkir í morgin, men vit vóna ta? besta, ver?ur sagt av Skála, har teir ikki fjala yvir, at ta? hev?i veri? eitt gott úrslit, um teir høvdu fingi? eitt stig vi? til hús aftur. Skála hevur spælt tvær fer?ir spælt landskappingardyst á Vágsei?i. Í fjør vann VB 2?0, og í fyrraári? enda?i ta? málleyst.