VB hevur gallakvøld


Í sambandi við at hondbóltskappingin endar komandi vikuskiftið, fer VB at skipa fyri gallaveitslu fyri øllum teimum, ið hava luttikið á ymiskan hátt í hondbóltinum í 1. deild hjá kvinnum og monnum.
Veitslan verður mikudagin 27. mars í VB-húsinum, har felagið bjóðar til borðhald við góðari matskrá og undirhald við sangi. Hilmar Jan og Robert skipa fyri. Undir borðhaldinum verður ársins leikari hjá monnum og kvinnum eisini kosnir.
Eftir borðhaldið spælir bólkurin Skák til dans og út ímóti morgni verður morgunmatur.
Smyril fer av Havnini mikudagin klokkan 12.