VB helt skansanum

Søljan gav í longum løtum góða mótstøðu til VB, men í seinasta enda var tað ikki nóg mikið til at taka stig við sær norður um Suðuroyarfjørð

hondbóltur

Føroyameistararnir úr VB høvdu á pappírinum eina av teimum meira yvirkomuligu uppgávunum, tá tær sunnudagin høvdu vitjan av Søljuni.
Søljan hevur fyri tað mesta verið á niðaru sessunum, tá tær hesi seinnu árini hava verið í fyrstu deild, og í so máta hevur árið í ár ikki verið nakað undantak.
Men seinnu umførini hava verið greið tekin um, at leikliga eru vágakvinnurnar nú um at koma fyri seg, og móti VB góvu tær enn einaferð prógv um, at tær so avgjørt ikki eru sjálvskrivaðar sum dumpikandidatar.

Eingin spenningur
Tí hóast VB kanska ikki hevði ein av sínum bestu døgum, og hóast Søljan sum so ongantíð var heilt nær eini sensatión, so megnaðu tær fyri ein stóran part av stríðast ímóti yvirvaldinum í høllini í Vági.
Eina lítlu í fyrra hálvleiki fekk VB tó sett alt upp á pláss, tá tær lupu frá 4-3 upp á 10-3, men eftir hetta var tað tó so sum so við motivatiónini hjá liðnum. Tað gav so eisini Søljuni møguleikan at koma við í dystin, gog tá VB ikki tóktist taka sær tað heilt stóra fyri í verjupartinum, so byrjaði Søljan at toga aftur í á máltalvuni.
VB helt seg tó alla tíðina eina 4-5 mál frammanfyri, soleiðis at støðan ikki skuldi gerast alt ov spent, men tó at hetta ongantíð hendi, so mundi tað fyri fleiri av heimaáskoðarunum kennast so, at hetta avrikið ikki var nakað at rópa hurrá fyri.
Onkur teirra mundi taka til, at skuldi hetta vera lagið, so fór at standa illa til, tá VÍF og Stjørnan verða mótstøðuliðini næstu ferðirnar, men hinvegin man vandin fyri tí støðuni ikki vera tann heilt stóri. Tá verður tað undir øllum umstøðum eitt væl meira uppsett VB-lið, sum fer á vøllin, og einki er at ivast í, at tær tá fara at koyra á við fullari kraft gjøgnum allar 60 minuttirnar.

Líta frameftir
Tað skal tó einki takast frá Søljuni av hesi orsøk. Seinastu vikurnar er fleiri ferðir havt á munni, at liðið hevur gjørt stór leiklig framstig, og einki er at ivast í, at tær eru farnar at síggja fram til dystirnar, har tær skulu hitta hini bæði liðini, sum tykjast vera partur av botnstríðnum. Enn er so ikki greitt, nær dysturin móti StÍF verður leiktur, men hartil eru so eisini dystir móti Kyndli, og einki er at ivast í, at Søljan fer eftir stigunum í hesum uppgerðunum.

Dysturin í tølum
VB-Søljan 28-24 (13-8)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 12(3), Aukse Vysniaskaite 5(3), Gurið Mortensen 5, Eydis Kjærbo 3, Laila Jespersen 2, Margreth Augustinussen 1
Søljan: Nicoleta Radu 12(2), Heidi-Maria Akselsen 4, Arnley Haraldsen 4, Irdi Mikkelsen 2, Fía Selma Nielsen 1, Jana Jacobsen 1
Brotskøst: VB 8, Søljan 3
Útvísingar: VB 1, Søljan 4
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen.