Coca-Cola kappingin
Fyri triðju ferð í ár og fyri aðru ferð innan fáar vikur vitjaðu kvinnurnar hjá VB í Vestmanna mikukvøldið. Hesaferð var tað fyrra hálvfinalan í steypakappingini, sum stóð á skránni. Ein kapping, sum VÍF vann í 99, 01 og 02, meðan VB stóð sum vinnarin í fjør eftir finalusigur á júst VÍF. Og so kann leggjast afturat, at VB umframt hendan sigurin eisini var í tveimum finalum á rað í 2000 og 2001 uttan at vinna.
Tí var tað tvey lið, sum hesi seinastu árini hava skapt sær eina stolta steypatraditión føroyskum kvinnuhondbólti, sum fóru á vøllin, og tí var spenningurin eisini stóru um, hvørt teirra skuldi vinna seg fram til finaluna, har oddaliðið, Stjørnan, eftir øllum at døma verður mótstøðuliðið.
Og serliga hjá VÍF mundi steypakappingin nú hava alstóran týdning. Síðani farð varð undir endaspælið, hevur liðið tapt fyri bæði VB og Stjørnuni, og tí tykist oddasessurin í løtuni at vera eitt mál, sum tær ongan møguleika hava at røkka.
Men hóast hetta, so var tað VB, sum tóktist betri tendrað, tá dysturin varð blástur ígongd. Tær megnaðu heilt skjótt at fáa sær eina lítla leiðslu, og so ráddi um at halda fast í hesari. VÍF kom tó skjótt á rætta lagi, og eitt nú tóktist leikferðin í løtum at vera væl hægri, enn hon var tað í Klaksík herfyri, men kortini gekst sera striltið at fanga VB aftur. Ikki minst tí VB í fyrra hálvleiki hevði eina sera væl upplagda Daivu Toumaite, sum ferð eftir ferð megnaði at stjóta síni sermerktu lumpisligu skot inn í meskarnar hjá VÍF.
Mansverjur
Tað fór tó at álvara at sansa at hjá VB, tá Ioana Rápa av álvara kom í rætta skothýrin. Knallharða vinstrahondin tóktist hava funnið neyvleikan, sum hon fleiri ferðir hevur saknað síðani hon kom aftur úr burðarfarloyvinum, og tá skot hennara sita soleiðis, sum tey gjørdu tað hesa løtua, so er ikki stórvegis hjá nøkrum málverja at gera.
Einastas loysnin, sum tóktist gjørlig hjá VB, var at fara undir mansverju av stórskjúttanum, og seinastu løtuna undan steðginum gjørdi hetta eisini góðan mun. Sóley Mikkelsen megnaði í ávísan mun at gera sær dælt av plássinum, sum mansverjan av Ioanu gav, men hetta vigaði tó ikki upp fyri missinum í so máta, og so kundi VB aftur toga seg avstað. Beint fyri steðgin stóð somikið sum 11-16 á máltalvuni, men tvey skjót mál frá VÍF í seinasta minuttinum góvu teimum tó eina vón um, at hetta kanska skuldi fara at ganga kortini.
Og hampuliga skjótt í seinna hálvleiki stóð eisini greitt, at tær kanska høvdu nakað at hava vónina í. Verjan tóktist í øllum førum nógv tættari nú, enn hon gjørdi tað fyri steðgin, og var tað ikki fyri knallhørðu skotini og gjøgnumbrotsstyrkina hjá Aukse Vysniaskaite, so kundi hendan løtan spælt munandi verri av fyri gestirnar, enn hon í veruleikanum gjørdi. Og júst avrik hennara fekk nú eisini VÍF til at seta mansverju ígongd.
Kaldara liðið vann
Og so blivu áskoðararnir vitni til ein sannan gysara seinastu løtuna. Við hjálp av mansverjuni og til tíðir stórspæli frá Sóley Mikkelsen eydnaðist VÍF at kjálkast heilt upp ímóti VB, men treisku gestirnir noktaðu at geva skarvin yvir. hvørja ferð VÍF tóktist skula taka seinasta fetið upp á javnleikin, svaraði VB aftur, og knappar tíggju minuttir fyri leiklok tóktist VÍF hava útspælt sín leiklut. Tvær fylgjandi útvísingar til fyri Nikolinu og síðani Ioanu góvu VB møguleikan at økja munin upp í fýra mál, men tríggjar minuttir fyri leiklok fekk VÍF aftur ein seinasta møguleika.
VÍF hevði longu minkað niður í tvey mál, tá Margreth Augustinussen fekk tveir minuttir. Og takið í høllini mundi næstan farið uppfrá, tá Fríða Marjunardóttir varð leikt leys mitt fyri ? og brendi. Við einum leikara í undirtali megnaði VB í eftirfylgjandi mótálopinum at vinna sær eitt málgevandi brotskast, og tá VÍF so mest sum alt fyri eitt tveitti bóltin burtur aftur, kundi ein annars væl spælandi Gurið Mortensen renna einsamøll avstað, og so munaði tað lítið, at VÍF minkaði niður til 26-29 í seinastu sekundunum.
Bara tað at vinna í Vági man undir øllum umstøðum vera ein sera møtumikil uppgáva hjá gula liðnum, sum heilt víst hevði ætlað sær eitt betri útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni. Og ikki minst man VÍF iðra seg um, at tær soleiðis regulert dummaðu seg seinastu tveir minuttirnar í hesum dystinum. Varð høvdið hildið nóg kalt hesa løtuna, vildi talan møguliga verið um javnleik, og í øllum førum ikki tey trý málini, sum nú eru á muni.
Men júst tað at halda høvdið kalt seinastu løturnar av dystinum, er ein so ómetaliga týðandi eginleiki í hondbólti, og tað er nakað, sum VB av álvara dugdi at gera sær dælt av. Í so máta tykist gullárið í fjør hava ment leikararnar sera nógv á sálarliga økinum, og tað er ein eginleiki, sum kann verða gull verdur, og sum í øllum førum tykist hava tryggjað teimum hálvan annan fótin inn um gáttina til steypafinaluna.
Dysturin í tølum
VÍF-VB 26-29 (13-16)
Støður í dystinum:
10 min: 5-5
20 min: 8-10
40 min: 19-21
50 min: 23-25
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 7(3), Sóley Mikkelsen 6, Fríða Marjunardóttir 5, Jacklin Durhuus 4, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Eydna Joensen 1, Irina Radovici 1
VB: Diava Toumaite 8(1), Gurið Mortensen 8, Aukse Vysniaskaite 7(3), Rannvá Augustinussen 3, Leila Jespersen 2, Margreth Augustinussen 1
Brotskøst: VÍF 3, VB 5
Útvísingar: VÍF 5, VB 2
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen. Onkur ivamál vilja altíð vera í einum somikið tøttum dysti, men høvdu sum heild eitt gott tak um dystin.










