VB helt 100 ára dagin við stórari veitslu

Øll segl vóru uppi, tá VB leygarkvøldið helt 100 ára dagin. Undirhald í heimsflokki og røður og gávur settu dám á, tá nærum 500 fólk úr øllum Føroyum savnaðust í VB høllini

Ítróttur

Millum 450 og 500 fólk savnaðust til stóru veitsluna vesturi á Eiðinum í Vági leygarkvøldið, tá VB helt 100 ára dag sín.
Fyrst komu tær meira almennu røðurnar og millum teirra, sum høvdu orðið, vóru løgmaður Jóannes Eidesgaard, Heðin Mortensen, ÍSF forseti, Hans P. Strøm, landsstýrismaður, Óli Holm, FSF foresti, og Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri.
Harumframt heilsaðu umboð fyri onnur ítróttarfeløg í Føroyum VB á 100 ára degnum.
Robert McBirnie, gamal VB leikari, heilsaði felagnum og hevði, ikki heilt óvæntað, nakað av undirhaldi í hesum sambandi.
Í skránni var lýst við, at Pipar & Salt og Hilmar Jan Hansen tóku sær av undirhaldinum. Og hesum komu teir væl frá. Bæði saman á palli og hvør í sær. Talan var í roynd og veru um undirhald í heimsflokki, og við hóskandi av lokalum ísletti.

Leikarar heiðraðir
John Henrik Holm, VB formaður, takkaði fyri góð orð og gávur. Hann segði, at tveir leikarar vóru í VB, sum áttu heilt serlig met. Hesir fingu heiðursgávur frá VB, nevniliga vatnlitsmálning eftir Jákup Hjaltalin.
Hesir leikarar vóru Eyðbritt Krosslá Mortensen og Bjarni Johansen.
Eyðbritt hevur leikt hondbólt við VB í eitt mannaminni, fyri at nýta orðini hjá VB formanninum. Bjarni Johansen gevst nú sum málmaður í fótbólti í bestu deildini hjá VB. Hann hevur seinastu 11 árini ikki mist ein minutt av leiktíð, og John Henrik Holm upplýsti, at sambært Ivani Eginson, hagtalssnillingi, so er ongin annar fótbóltleikari til, ið kann vísa á slíkt met.
Umframt gávuna frá felagnum, fekk Bjarni eisni gávu, sum leikararnir høvdu savnað saman til.
100 ára føðingardagurin hjá VB endaði við dansi við Trio til tann ljósa morgun.