VB heldur trýstinum

Við greiðum sigri á StÍF sýndi VB enn einaferð, at tær ikki vilja lata Stjørnuna sleppa nakran veg

Hondbóltur

Eftir hvøkkin, sum VB fekk seinast vikuskifti á Giljanesi, skuldi liðið sunnudagin prógvað, at tær meina tað í álvara, tá tær aftur í ár siga seg medda eftir toppinum.
Og tað eydnaðist eisini at sannføra bæði StÍF og vágbingar um, at soleiðis fer tað aftur at verða. Hóast liðið var nakað skert, nú Rannvá Augustinussen hevði leikbann, so var sjáldan nakar veruligur slingur í valsinum. Tó at tað ikki gekk so lætt at renna frá StÍF, so var tað alla tíðina VB, sum hevði munin í fyrra hálvleiki.
Spakuliga vaks leiðslan, og í seinna hálvleiki kom so av álvara ferð á. Verjan fekst veruliga at rigga eina løtu, og tá Daiva Toumaite samstundis hevði hitað skotarmin væl upp til brotskøst og virðiliga upp, fór ein bóltur fyri og annar eftir sendandi inn í StÍF-meskarnar.
Sjey mál á rað beindu allan spenning í dystinum burtur, og so kundu vágbingar aftur staðfesta, at liðið hjá teimum aftur í ár ætlar sær at spæla við frammi í oddinum.
Enn er munurin upp til Stjørnuna tvey stig, men liðini hava framvegis ein sínamillum dyst eftir í grundspælinum, og í endaspælinum fara stigini av álvara at telja. So tað verður helst aftur í ár talan um eina spennandi kapping millum tey fremstu.

Fakta um dystin
StÍF-VB 23-34 (13-19)
Málskjúttar
StÍF: Poula D. Olsen 6, Sunfríð B. Jacobsen 5(4), Anna B. Danielsen 5, Rebekka Justinussen 3, Malan Petersen 2, Paula Høgnesen 2
VB: Daiva Toumaite 11(9), Sólrun Krosslá 4, Margreth Augustinussen 4, Aukse Vysniaskaite 4, Arnleyð Hjelm 4, Laila Jespersen 4, Christina Holm 2, Jóna Thorsteinsson 1
Brotskøst: StÍF 6, VB 9
Útvísingar: StÍF 5, VB 2
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum.