2. deild
Hjá bæði HB og VB hevur árið higaritl sýnt, at liðini kunnu fáa stórar trupulleikar í royndunum at halda sætið í næstbestu deildini. Nakað sum annars verður mett at hava alstóran týdning fyri tilveruna hjá besta liðnum, sum soleiðis hevur stytst møguligan veg niður til eykamenninar, eins og yngru leikararnir hjá feløgunum fáa eina glíðandi tilvenjing til fótbólt í bestu deildini.
Vánaligt spæl
Tí hevði dysturin í Vági alstóran týdning fyri bæði liðini. VB, sum fyri fyrstu ferð hevur næstbesta liðið í deildini, var undan dystinum niðast við trimum stigum, meðan HB var beint oman fyri strikuna við einum stigi meira.
Leikliga var talan á ongan hátt um nakað stórt fótbóltsupplivilsi leygardagin. Hjá báðum pørtum var talan um fráveru á besta liðnum, og sum vera man, so viðførdi hetta, at menn úr frægara endanum vóru tiknir av liðnum.
Tað var tó HB, sum hevði betra takið í góðveðrinum leygardagin, og teir fingu eisini eitt mál hvørju megin steðgin. Fyrru ferðina var tað stórtalentið, Rókur á Fløtum Jespersen, sum var á rætta staðnum, og í seinna hálvleiki var kviki Ransin N. Djurhuus eirindaleysur, tá hann avgjørdi fyri gestirnar.
Trýst á VB
Tapið fyri einum av kappingarneytunum í botnstríðnum hevur við sær, at tað longu nú byrjar at síggja hálvgum svart út hjá vágbingunum í stríðnum at halda sætið í deildini.
Enn eru tó ikki allar súður syftar. Fleiri ungir og evnaríkir eru á liðnum, og so hvørt sum alt fleiri leikarar verða tøkir til besta liðið, so styrkjast fortreytirnar hjá teimum næstbestu, men tapið ger, at trýstið at fáa stig næstu dystirnar er enn størri. Kanska er tað tó ein lítil skái, at VB hevur ein dyst til góðar í mun til hini botnliðini. Hesin er móti B36, og hevur kappingarnendin hjá FSF nú gjørt av, at tann dysturin skal spælast 6. juli.
Dysturin í tølum:
VB-HB 0-2 (0-1)
0-1: Rókur Jespersen
0-2: Ransin N. Djurhuus