Ongantíð áður hevur VB verið so væl fyri í kappingini um FM, sum teir eru tað, nú tað er summarsteðgur.
Og vágbingar ætla sær at gera tað, sum teir kunnu, fyri at vera væl fyri, tá tað um fýra vikur verður farið undir aftur landskappingina.
Annan fríggjadag fer VB við Norrønu til Danmarkar. Málið er Nakskov, sum er vinarbýur hjá Vági. Kommunan har niðri eigur ein ítróttarmiðdepul, sum teir hava bjóðað vinunum úr Vági at halda til í. Vallir og kringumstøðurnar annars eru í lagi, og Popczynski hevur syrgt fyri fleiri venjingardystum, bæði í Nakskov og í økinum rundanum.
Sekstan spælarar vera við í ferðalagnum. Í alt fara nítjan ella tjúgu fólk av landinum, og spælararnir eru greiðir yvir, at talan verður ikki um frítíð, men um venjing, venjingardystir og aftur venjing:
? Treytirnar hjá vertunum har niðri eru lagaligar. Felagið rindar ein part av ferðini, og spælararnir rinda sjálvir tað, sum restar í.
Hetta sigur Mannbjørn Tausen, formaður í VB, sum sjálvsagt er sera spentur, hvussu tað fer at roynast eftir summarsteðgin.
VB fær ongan nýggjan spælara, men teir missa ein. Janus Kjærbo fer 1. august til Danmarkar at læra til løgreglumann, so hann verður ikki við tað, sum er eftir av hesum kappingárinum, og hann verður ivaleyst lítið við tey komandi árini.
Tað hevur ljóðað, at Jón Pauli Olsen eisini skal fara av landinum, men vit hava skilt tað soleiðis, at hann verður í Føroyum inntil fótbóltsárið verður liðugt síðst i september, og tað verður greitt, um VB hevur vunnið fyrsta meistaraskapin nakrantíð, um teir fyri fyrstu ferð hava fingið heiðurskrónur ella um teir kanska aftur skulu vinna sær pláss í Intertoto Cup.
Og so skulu vit koma við einari rætting. Leygardagin skrivaðu vit, at tað var HB, sum í 1977 tapti steypafinaluna móti TB. Tað var ikki rætt. TB vann ísafjarðarsúluna í kapping við VB. Vágbingar vunnu fyrra dystin á Tvøroyri 3?1. Tí var tað eitt sera stórt vónbrot, tá teir á heimavølli taptu 3?0 móti TB. Vit biðja vágbingar og lesararnar annars orsaka mistakið, samstundis sum vit ynskja VB góða ferð til Danmarkar.
Ferðalagið úr Vági verður aftur í Føroyum 31. juli.jh at tað verður franska liðið, sum fer at halda fram í kappingini. Men áðrenn tað verður púra greitt, skal dysturin í Ólafsfirði spælast komandi leygardag.
Støðan í hálvleikinum var 2?0. Beinanvegin í 2. hálvleiki hevði Leiftur tveir stórar møguleikar, men teimum eydnaðist ikki at skora týdningarmikla málið á útivølli. Og fram móti endanum var heimaliðið nærri við at økja um leiðsluna, enn Jens Martin Knudsen og teir vóru at fáa mál.jh