VB góðan endaspurt

StÍF megnaði í høllini á Skála at fylgja væl við VB, til góðir 10 minuttir vóru eftir og VB setti ein ótrúliga góðan endaspurt inn.

Fyrsta hálva tíman av dystinum var stórt sæð eingin munur á liðunum, tí ta einu løtuna vóru vertirnir omaná og tað næstu gestirnir. Fram til hálvleiks vippaði tað aftur og fram, men hvørki liðið fekk ordiliga sett seg á dystin, so hálvleiksstøðan ógvuliga passandi var javnleikur, 14-14.
VB hevði hinvegin beinanvegin í seinna hálvleiki hug til at gera eitt glopp millum liðini á máltalvuni, og stigvíst eydnaðist at vinna seg so mikið framum, at StÍF meira og meira mátti finna seg í leiklutinum sum tann, ið rennur aftaná. VB megnaði at halda fast og lovaði ikki StÍF serliga nær, og tí longu miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdi StÍF seinasta sprellið, ið kundi givið okkurt, men kortini var til fánýtis.
Serliga var endaspurturin hjá vágskvinnum flottur, tí seinastu gott og væl fimm minuttirnar fingu tær sjey mál á rað, uttan at tað eydnaðist StÍF at skora nakrantíð aftur í dystinum. Umframt í sjálvum dystinum í gjár, sær VB eisini út til at hava ein góðan endaspurt og kappingini sum heild, har tó bara heiður og æra eru eftir at spæla fyri.

StÍF: Paula Høgnesen 5 (3), Rebekka Justinussen 5 (1), Erla Petersen 4, Birna Tummasardóttir 4, Bára Berthelsen 3, Irena Dam 2, Súnfríð B. Johansen 1, Rebekka Poulsen 1
VB: Gurið Mortensen 10 (3), Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 5, Marijana Trbojevic 5, Rannvá Johannessen 4, Tamara Radic 4, Rúna M. Jacobsen 3, Bára K. Mortensen 3, Andrea Nielsen 1
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum