VB fjepparar spenna seg út

VB hevur lagt tekningarlistar út á vanligu støðunum í Vági, har til ber at tekna seg til at koma við til Havnar at fylgja kvinnufinaluni millum VB og Stjørnuna.

Fjepparar hittast so í Bowlinghøllini á Hálsi klokkan 12.00 at hita upp, syngja og mála andlit. Heitt verður eisini á tey, ið eiga VB troyggjur, um at fara í tær.

Tá komið verður aftur til Vágs á kvøldi, verður dansur í VB húsinum.

Tíðin vil so vísa, hvørt talan verður um vinnaradans, ella vanligan finaludans.