Ítróttarstuðul
Tað eru fleiri og fleiri sum ásanna, hvussu stóran týdning tað arbeiðið hevur, sum ein ørgrynna av fólki kring alt landið, fyri tað mesta sjálvboðið, leggja í at skipa fyri ítróttarvirkseminum av øllum handa slagi.
Tað ásanna tey eisini í syðru helvt í Suðuroy.
Tí hava fólk i teimum syðru bygdunum í Suðuroy nú stovnað felag, sum skal virka fyri at útvega Vágs Bóltfelag fíggjarligan stuðul til tað stóra virksemi, sum har er.
Felagið ætlar serliga at stuðla ungdómsarbeiðnum hjá VB. Ætlanin er ikki ,at felagið skal lata VB stuðul til vanliga raksturin. Heldur er ætlanin, at Vágs Bóltfelag skal søkja felagið um stuðul til ávís endamál.
Ætlanin er so, at Vágs Bóltfelag kann søkja felagið um stuðul til ávís endamál.
Limagjaldið áseta limirn ir at kalla sjálvir, teir kunnu binda seg til at betala eina ávísau upphædd til felagið um mánaðin og Finn Olsen, sum er ein av nevndarlimunum, sigur, at alt er kærkomið. Onkur er, sum betalir 25 krónur um mánaðin, og onkur betalir eitt meir, tað er alt eftir sum hugurin og ráðini eru til.
Men felagið ætlar eisini at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri at savna inn pening.
Í nevndini í felagnum sita Hans Jacob Bech í Vági, sum er formaður, Harriet Joensen í Vági er næstformaður, Ásbjørn Berg í Hovi er kassameistari og Finn Olsen í Vági er skrivari. Hinir nevndarlimirnir eru Sólgerð Sørensen í Porkeri, Jeanna í Lágabø í Vági, Petur Ludvig í Vági og Hans Nielsen í Vági.