VB-EB/Streymur:
Upptakt
Eftir at VB á heimavølli hevði tapt ímóti GÍ, setti VB venjarin, Krzysztof Popczynski, sær sum mál, at hansara lið í trimum teimum næstu dystunum skuldi vinna níggju stig. VB hevur síðani vunnið ímóti NSÍ og B71, og nú stendur EB/Streymur fyri tørni:
? Eg rokni við, at teir fara at spæla, sum teir gjørdu í Klaksvík. Tað vil siga, at teir fara at verja og dúva upp á kontra. Tað er ongantíð lætt at spæla ímóti sovornum liðum, men eg havi tað álit á mínum monnum, at teir fara at megna uppgávuna. Allir spælararnir eru tøkir, og vit eru væl fyri.
Men í vikuskiftinum er tað jóansøka á Tvøroyri?
? Eingir av okkara spælarum fara á jóansøku. Vit hava arbeitt saman í trý ár. Allir vita, at um nakað skal spyrjast burturúr, so krevst hvíld dagin undan dystardegnum, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Spælararnir venja nógv, og teir eru væl fyri, og eg veit, at teir taka uppgávuna ímóti EB/Streymi í størsta álvara, staðfestir VB venjarin.
Droymir tú um at endurvinna FM?
? Hjá okkum sær tað betri út nú, enn tað gjørdi fyri nøkrum vikum síðani. Vit mugu bara hugsa um okkara dystir og bara um eina uppgávu í senn. Annan sunnudag skulu vit spæla í Gundadali ímóti B36. Tann dystin fara vit at hugsa um, tá tann ímóti EB/Streymi er liðugur. Men tað verður ein sera týdningarmikil dystur. GÍ hevur higartil vunnið hvørja ferð. Spurningurin er, hvussu tað fer at hilnast hjá teimum, tá teir fyrstu ferð hava mist stig. Dysturin hjá teimum mikukvøldið ímóti B68 verður sera spennandi.
Hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir. Eyðfinn Joensen gjørdist sjúkur dagin fyri HB dystin. Hann er frískur aftur, og hann hevur vant í vikuni.
Bergur Magnussen ásannar, at teirra lutur verður at verja og at dúva upp á snarálop. Tað hilnaðist væl í Klaksvík, meðan einki bar til ímóti HB.