VB-Stjørnan 20-16 (10-8)
Fyri viku síðani spældu Stjørnan og VB seg í finaluna í Sunset kappingini við sigri á ávikavist StÍF og Neistanum í hálvfinalunum. Sostatt bleiv finalan í Sunset kappingini ein endurtøku av steypafinaluni, har Stjørnan vann ein rættiliga tryggan sigur.
Stjørnan gjørdist eisini vinnari av endaspælinum, og tí sluppu tær at velja, hvar fyrsti finaludysturin skuldu spælast. Tær vildu hava, at fyrsti finaludysturin skuldi spælast í Vági, og tí hevði VB heimavøll, tá liðini møttust í fyrstu finaluni í Sunset kappingini sunnudagin.
Mansverja gav úrslit
Tað var týðiligt frá fyrsta bríksli, at liðini høvdu lagt sera stóran dent á verjupartin í teirra uppleggi til dystin. Bæði liðini høvdu ávísar trupulleikar við at finna málið fyrstu løtuna, og harafturat áttu málverjarnir eisini sín stóra lut í fáu málunum. Bæði Asta í VB-málinum og Agne hjá Stjørnuni stóðu sera væl, og tí var ikki altíð so lætt hjá spælarunum at fáa bóltin í máli.
Fyrstu løtuna gekk tó rættiliga javnt á. Sjálvt um málini ikki vóru nógv í tali, so skiftust liðini um at skora. Fyrst var VB á odda, so var Stjørnan á odda, og her var ilt at meta um, hvønn veg tað fór at koppa.
Tá eitt korter var farið av dystinum, hevði Stjørnan lagt seg á odda 5-4, men tá valdi VB at fara út at mansverja Alinu Olaru. Hetta vísti seg at rigga væl hjá VB. Stjørnan misti nakað av rútmuni í teirra álopsspæli, og síðsta korterið megnaðu tær bert at skora tríggjar ferðir. Hesa løtuna fekk VB eisini betri gongd á teirra álopsspæl, so tá liðini fóru til hálvleiks, hevði VB vunnið sær eina tvey mála leiðslu, men enn tóktist einki vera avgjørt.
Avgerðin fall
Mansverjan av Alinu Olaru hevði riggað avbera væl hjá VB, so tá liðini komu út til seinna hálvleik, valdi VB at halda fram við somu verjustøðu. Ein leikari stóð úti á vøllinum og vardi Alinu, meðan hinir fimm so skuldu royna at halda Stjørnuni frá at skora.
Henda verjustøða vísti seg at rigga eins væl og í fyrra hálvleiki. Stjørnan hevði stórar trupulleikar at sleppa fram við verjuni hjá VB, og tá tær endiliga sluppu til møguleikar, so stóð ein stórspælandi Asta sum oftast í vegin. Í hinum endanum hevði VB nú rættiliga fingið gongd á. Eitt álop fyri og annað eftir gav mál, og um miðjan hálvleikin hevði VB vunnið sær eina fimm mála leiðslu.
Stjørnan royndi tó at broyta keðiligu gongdina. Tíðliga í seinna hálvleiki fóru tær út at mansverja bæði Daivu Tuomaite og Gurið Mortensen. Hetta gav tó hinum VB-leikarunum gott pláss, og tær dugdu væl at spæla seg fram til møguleikar.
Sum tíðin leið gjørdist meir og meir greitt, at VB fór at sigra í fyrsta finaludystinum. Munurin bleiv bara størri og størri ímillum liðini, og tá ið góðir fimm minuttir restaðu, hevði VB lagt seg á odda við heili átta málum.
Síðstu løtuna tók VB sær mest sum av løttum, og hetta gjørdi, at Stjørnan fekk pynta nakað um úrslitið. At enda vann VB dystin við fýra málum, og einki er at ivast í, at sigurin var fult uppiborin. Hann kundi helst verið enn størri.
Við sigrinum hevur VB nú eitt gott útgangsstøði undan dystinum í Klaksvík næsta leygardag.
Fakta
VB-Stjørnan 20-16 (10-8)
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 6 (3), Laila Jespersen 4, Maja Sølvsten 3, Gurið Mortensen 2, Rannvá Johannesen 2, Svava Vestergaard 2, Una Egilsdóttir 1 (1)
Stjørnan: Alina Olaru 6 (2), Simona Petersen 5, Una Olsen 2, Anna K. Samson 1, Joan M. Djordjevic 1, Bára S. Klakkstein 1
Brotskøst: VB 7, Stjørnan 3
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen