VB fekk finaluplássið

VB og Neistin spældu enn ein javnleik í seinnu hálvfinaluni í Sunset kappingini. Við javnleikinum skal VB møta Stjørnuna í finaluni, tí tær hava skotið flest mál á útivølli ímóti Neistanum í báðum hálvfinalunum

HONDBÓLTUR

Fyrri hálvfinaludysturin í Sunset kappingini millum VB og Neistan var endaður við javnleiki 26-26 í høllini á Hálsi, og tí var lagt upp til ein sera spennandi dyst, tá liðini møttust í Vági í seinnu hálvfinaluni, tí her var als einki avgjørt.
Dysturin byrjaði eisini dramatiskt má sigast. Ella tað var kanska ikki júst dysturin, men meir umstøðurnar kring sjálvan dystin, sum vóru heldur keðiligar sunnumorgunin. Veðrið var av tí keðiligasta um suðuroyarfjørð, og tí hevði Smyril valt at steðga siglingini sunnumorgunin. Hetta gjørdi, at eingin dómari kundi koma suður, men í evstu løtu blivu dómararnir tó sendir suður við eini tyrlu hjá Atlantsflog, soleiðis at dysturin kundi spælast.

VB var omaná
Høllin í Vági var mest sum stúgvandi full, tá dysturin bleiv bríkslaður í gongd millum VB og Neistan, men tað vóru so at siga bert vágbingar í høllini, tí neistaviðhaldsfólkini sluppu ikki um suðuroyarfjørð orsaka av ringa veðrinum.
Fyrstu løtuna av dystinum var líkt til, at hann kundi blíva rættiliga spennandi. Her var at kalla eingin munur á liðunum, og tá annað skoraði, svaraði hitt skjótt aftur. Liðini tóktust eisini vera rættiliga varin í dystinum, og tað var týðiligt, at bæði løgdu stóran dent á verjupartin. Hetta gjørdi eisini, at dysturin ikki var serliga málríkur, men tað, sum manglaði í málum, fingu áskoðararnir so sanniliga í spenningi.
Um miðjan fyrra hálvleik tók VB eitt ordans hál. Fyrst fingu tær trý mál á rað, og løgdu seg harvið á odda við tveimum málum. Tá Neistin so fekk minka um munin einaferð, skoraði VB enn einaferð tríggjar ferðir á rað, so nú var heimaliðið brádliga á odda við fýra málum.
Móti endanum av hálvleikinum svaraði Neistin tó aftur. Nú koyrdi verjan hjá teimum avbera væl, og í hinum endanum fingu tær eisini okkurt málið, so tá liðini fóru til hálvleik, førdi VB bert við einum máli.

Verjurnar tóku yvir
Í seinna hálvleiki var tað verjurnar, sum settu dagsskránna. Bæði liðini høvdu stórar trupulleikar at skora í álopinum, men tað vóru tó gestirnir úr Havnini, sum fingu betru byrjanina uppá hálvleikin. Tær fingu trý mál fyrstu 10 minuttirnar, og hetta gjørdi, at tær brádliga førdu við tveimum málum.
Hesa løtuna hevði VB ovurhonds stórar trupulleikar at fáa bóltin í málið, og tað gingu heili 10 minuttir, áðrenn VB fekk sítt fyrsta mál eftir steðgin. VB megnaði tó at kempa seg uppaftur á javnleik 13-13, tá ið annar hálvleikur var hálvrunin, og nú stóð mest sum í stað í eina løtu.
Bæði liðini høvdu framvegis trupulleikar við at skora, men innímillum kom okkurt hendinga mál síðsta korerið.
Ta fýra minuttir vóru eftir at spæla, legði VB seg á odda við einum máli, og nú sá ikki gott út hjá Neistanum. Tær megnaðu at javna tá á leið tveir minuttir vóru eftir, men hetta gjørdist eisini síðsta málið í dystinum, sum endaði við javnleiki 16-16.
Við janvleikinum var tað VB, sum kom víðari, tí at tær høvdu skotið fleiri´mál á útivølli. Neistin má hinvegin lata seg noyða við bronsuheiðursmerkini. Sjálvt um tær ongan dyst hava tapt fyri VB í ár, so er tað allíkavæl VB, sum skal møta Stjørnuni í finaluni.

Fakta

VB-Neistin 16-16 (11-10)
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 5 (3), Gurið Mortensen 5, Maja Sølvsten 3, Laila Jespersen 1, Margreth Augustinussen 1, Teresa Joensen 1
Neistin: Nicoleta R. Hansen 6 (4), Unn Kragesten 3, Rakul Augustinussen 3, Katja Eigemann 2 (1), Ása D. á Neystabø 1, Heidi Maria Akselsen 1
Brotskøst: VB 3, Neistin 7
Útvísingar: VB 6, Neistin 4
Dómarar: Rúni Mohr & Heri Petersen