Tað var stórur munur á liðunum, sum dystaðust í høllini í Klaksvík sunnudagin. Stjørnan hevði allatíðina munin á VB, og klaksvíkskvinnurnar vóru eisini á odda so at siga allan dystin.
Teir átta útileikararnir hjá Stjørnuni skoraðu allar, og málini vóru rættuliga javnt býtt.
Venjingarstøðan
betur hjá Stjørnuni
Ein av stóru mununum, ið var á liðunum sunnudagin, var, at Stjørnan tóktist verða í munandi betur venjing enn VB-kvinnurnar. Serliga sjónligur var munurin í seinna hálvleiki, har heimaliðið rann frá gestunum.
At VB ikki tykist verða í nóg góðari venjing, sást eisini á dystinum hjá VB móti GÍ/Tjaldrinum leygardagin, har tær taptu við ellivu málum, hóast bert tvey mál vóru á muni í hálvleikinum.
Tað hjálpti heldur ikki VB, at tær miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu ein leikara burturvístan fyri ógvusliga at toga Stjørnu-leikara niður, tá ið henda var sloppin leys. VB misti eisini ein leikara í seinna hálvleiki orsakað av skaða.
Heimaliðið
størri breidd
Tað tykist sum um áhugin fyri kvinnuhondbólti í Klaksvík er vaksandi. Einir 200 áskoðarar vóru til dystin sunnudagin, so ikki kann sigast annað, enn at klaksvíkingar stuðla sínum kvinnuliði.
Hóast hópurin hjá Stjørnuni ikki er so stórur, so er breiddin heilt góð, serliga um samanborið verður við undanfarin ár.
Millum annað hevur Stjørnan fingið undantaksloyvi til 16 ára gomlu Unu Olsen, sum leikar á øðrum veinginum. Á hinum veinginum leikar systir hennara Anna Kristina Samson.
Sum áður nevnt, so skoraðu allir útileikararnir hjá Stjørnuni sunnudagin, og tað er altíð eitt gott tekin.
Tað hevur eisini styrkt um liðið, at Annika Ljósstein og Sólva Eystberg eru komnar við aftur.