VB føroyameistarar í 1950

VB kvinnur megnaðu fyri stuttum at ogna sær meistarheitið í hondbólti, ja enntá at vinna sonevndu greipuna, men VB kvinnur hava verið í vási áður, m.a. sum føroyameistarar í 1950

Gomul mynd
Dagfinn Olsen

Myndin sýnir 1. kvinnulið hjá VB í 1950, tá tær gjørdust føroyameistarar. Aftast frá vinstru eru Ragna Jacobsen (Skaalum), Mimmy Hovgaard (Midjord), Sølvi Jespersen, venjari, Betta Mikkelsen (Larsen), Gunhild Hjalt (Skaalum).
Fremra rað: Kaja Jacobsen (Olsen), Hjørdis Joensen (Petersen) og Sanna Skaalum (Petersen).