Føroyameistarar
- Hatta var nemt.
Tað vóru fyrstu orðini frá Boga Mortensen, sum er formaður í hondbóltsdeildini hjá VB, tá vit hósmorgunin ringdu til hansara við einum tillukku fyri nýkomna meistaraheitið.
Uttan at spæla hevði VB soleiðis ognað sær gullið, men tað var so als ikki nakað, sum tey í Vági roknaðu við mikudagin.
- Hvørt mikukvøld hava vit í hondbóltsnevndini fund, og soleiðis var eisini hesaferð. Ta einu ferðina ringdu vit so líka norður til Vestmanna fyri at vita, hvussu støðan var. Sagt varð, at Stjørnan tá var á odda við tveimum málum, og so gjørdist tað av álvara spennandi. Uppringirnar norðureftir gjørdust alt títtari, og hóast tað var javnt, so var støðan alla tíðina tann rætta, og tú kanst ætla, at tíðindini ferðaðust skjótt, sigur Bogi.
Fólk komu vestur í høllina, og tá alt so var leyst og liðugt, var klárt til gullhaldið. Leikararnir á liðnum vóru sjálvandi eisini komnar vestur, og hesar vórðu lempaðar upp í ein lastbil, sum við floytuni í botn koyrdi bygdina á tamb, meðan long bilarøð koyrdi aftanfyri. Meistaraheitið skuldi markerast, og eftir at tað soleiðis mundi vera allari bygdini greitt, at gulið var komið til høldar, varð farið út aftur til høllina, har borð í skundi vórðu riggað til, soleiðis at ein litil veitsla kundi haldast fyri leikarunum, sum nú loksins høvdu nátt máli sínum.
Og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at júst Bogi Mortensen mundi vera ein hin fegnasti av øllum, nú alt var greitt.
Sum formaður í hondbóltsdeildini hjá VB hevur hann í skjótt fleiri ár stríðst fyri at fáa liðið upp á ovastu rók, og sum venjari hevur hann eisini verið heilt nær við. Ikki minst ta ferðina, tá tríggir finaludystir og brotskastkapping máttu til, áðrenn Neistin ognaði sær gullið.
Og tá vit spurdu hann um hetta, duldi Bogi heldur ikki yvir, at kenslan var stór.
- Hetta er heilt fantastiskt. Sum tú sjálvur sigur, so havi eg verið við sum bæði venjari, formaður og ikki minst sum pápi, maður og svágur nú í nógv ár. Vónirnar hava ofta verið stórar, og onkun tíð hevur verið heilt tætt, men tað er so ikki fyrr enn nú, at tað er eydnast, og tað er ein ótrúlig kensla. Og ikki minst unni eg konuni hetta. Hon hevur nú spælt á besta liðnum í 22 ár, so hetta eigur hon so væl og virðliga uppiborið.
Og at tað skuldi eydnast júst í ár, kann eisini tykjast heldur løgið. Undan kappingini vóru boðini, at VB nóg illa fekk mannað lið. Burtur vóru Sólrun Krosslá, Guðrunli Lágabø, Gurið Mortensen, Christina Holm, og Rannvá Augustinussen, og tí var málið í fyrstu atløgu sett nakað væl lægri, enn tað annars hevur verið seinnu árini. Seinni eru Gurið og Rannvá so komnar afturí aftur, men tað sá ikki serliga ljóst út.
- Tað hevur tú rætt í, heldur Bogi.
- Her stóð ikki alt ov væl til við fólki, men tað hevur kortini rigga alla tíðina. Kanska var tað eisini ein fyrimunur, at tað gekk long tíð, áðrenn vit vórðu roknaði millum favorittarnar. Einki trýst av nøkrum slag varð lagt á leikararnar, soleiðis at tær kundu spæla púrasta frítt og bara taka ein dyst í senn. Tað er so avgjørt nakað, sum hevur hjálpt til.
- Til stuttleikar kann eg nevna, at tá vit í oktober mánaði vunnu fyrsta heimadystin á VÍF, vóru einastu viðmerkingarnar úr Vestmanna, at nú máttu vit njóta hesa løtuna, sum vit vóru á odda. Tey vóru vís í, at hetta bara var upplop hjá okkum, men hevur so víst seg at verða nakað væl meira enn tað, sigur ein ikki sørt errin formaður.
Um orsøkirnar til gullið í aðrar mátar heldur Bogi, at tær hava verið fleiri. Tað er tó einki at ivast í, at sálarliga hevur liðið verið nógv sterkari í ár, soleiðis at tær alla tíðina hava klárað at koppa teimum jøvnu dystunum til egnan fyrimun. Ein eginleiki, sum liðið í stóran mun hevur saknað seinnu árini.
- Tað er í øllum førum ein týðandi orsøk, og partvíst hongur tað eisini saman við, at vónirnar vóru so lítlar undan árinum. Men eg haldi eisini, at leikararnir eiga stóran rós uppiborið fyri hetta. Tær hava alla tíðina tikið ein dyst í senn og hava hvørja ferð trúð upp á møguleikan fyri sigrinum, og so hvørt sum hesir eru blivnir fleiri í tali, er støðan bara batnað.
- Og so er tað eisini so, at kemi?in á liðnum skal vera hin rætta. Ikki minst her hjá okkum, har vit hava tríggjar útlendskar leikarar, tríggjar leikarar búsitandi í Havn og so restina her suðuri, skal nakað serligt til. Tað hevur bara víst seg, at samansetingin av leikarum hevur verið júst tann rætta,
- Skal eg taka nakran framum, so má tað tó vera venjarin hjá okkum, Aivaras Daugis. Hann hevur verið ein fantastiskur persónur at arbeiða saman við. Nú hava vit bæði í hond- og fótbólti havt nógvar leikarar her suðuri, og tó at vit hava havt góðar royndir av teimum flestu, so er Aivaras nakað fyri seg. Óvanliga avbalanseraður sum persónur, og so er hann eisini ein knallandi dugnaligur venjari, sum hevur verið sera miðvísur í bæði venjing og dystum. Hann hevur alla tíðina lagt dent á at fáa spælið at ganga skjótt, og nú í seinnu helvt hevur hetta so avgjørt verið avgerandi. Eg haldi ikki, at nakað av hinum liðunum í dag megnar at spæla eins skjótt, sum vit gera.
Og áðrenn vit heilt enda samrøðuna, so vil Bogi eisini lata eina heilsan til trúgvu áskoðararnar hjá vágbingum.
- Teir hava verið einastandandi. Eitt er, at vit hava havt góðan stuðul til heimadystirnar hjá okkum, men teir hava so sanniliga eisini stuðla aðrastaðni, tá tørvurin hevur verið størstur. Har vóru nógvir vágbingar í Havn, tá vit leiktu steypafinaluna, og bæði í Vestmanna og Klaksvík vóru nógv fólk við okkum. Tað haldi eg sigur nakað um stuðulin, sum tey hava givið okkum, og hetta eiga tey stóra tøkk fyri.
- So er bara at vóna, at tað kann bera til at fáa gullið handað nú komandi sunnudag, tá vit spæla seinasta heimadystin, heldur enn at fáa tað í Runavík á seinasta leikdegi. Tað haldi eg í øllum førum, at áskoðararnir hava uppiborið, men vit so vita, hvat HSF sigur til tað, sigur Bogi Mortensen at enda, áðrenn hann av álvara fór undir dagin, sum uttan iva man vera ein hin hugaligasti í tíðarskeiðinum sum formaður fyri hondbóltin í Vági.