VB er til reiðar

VB vann oddabrakið í Klaksvík, sum lyfti tær upp á liðina á føroyameistarunum á stigatalvuni. Vágskvinnur eru til reiðar at stríðast um gullkrónurnar

Hondbóltur

 

VB varð í seinastu viku skýrt sum einasti avbjóðarin hjá Stjørnuni um FM-heitið. Og tað varð dyggiliga staðfest í høllini í Klaksvík í gjár.

Í holuni hjá Stjørnuni, har klaksvíkskvinnur hava verið einaráðandi seinastu árini, eydnaðist tað vágskvinnum at fáa fulla úrtøku í toppdystinum. Harvið lyftu tær seg upp á liðuna á føroyameistarunum, og startskotið til stríðið um gullkrónurnar hevur av álvara ljóðað. Og VB er til reiðar at bjóða av.

 

Løgdu bragdliga fyri

Heilt tíðliga sóust greiðar ábendingar um, hvar sigurin skuldi fara. VB var klárt omaná, og einu løtuna tóku klaksvíkingar á síðulinjuni til, at tað var eyðmýkjandi fyri heimaliðið. Kanska høvdu teir rætt, tí tá farið varð til hálvleiks vóru gestirnir á odda við átta málum. Uppleggið hjá vágskvinnum var fyrst og fremst at verja fyri stórskjúttanum Simonu Petersen. Hóast hon fekk 10 mál, so hevði hon tað torført undan hvíldini, tá trý av málunum vórðu skotin.

Stjørnan hevði sera torført við at fáa ferð á bóltin í fyrra umfarinum. Alt ov ofta endaðu álopini við ússaligum skotum ella skeivum avleveringum, sum gav VB møguleikan at fara í skjótálop. Verjuspælið hjá heimaliðnum var eisini alt annað enn sannførandi, og fleiri ferðir sluppu gestirnir leikandi lætt ígjøgnum. Og tað líkist nú heldur ikki Stjørnuni at lata 16 mál ígjøgnum eftir einum hálvleiki.

 

Um reppið

Henrik Gerster, venjari hjá Stjørnuni, var alt annað enn fegin, tá dómararnir bríkslaðu til hálvleiks. Litríki og snarsinti danin ræðist ikki at tosa við stórum bókstavum, og tað hevur verið alt annað enn rós, sum hann hevur borið sínum leikararum í steðginum. Tí Stjørnan var sum kollvend í seinna hálvleiki.

Spakuliga og trygt minkaðu tær um tryggu leiðsluna hjá VB. Í verjupartinum riggaði trýstspælið væl, og gestirnir fingu langt frá sama pláss. Í hinum endanum tóku klaksvíkskvinnur av, har Asta Armonaviciute í heilum noyddist í málið eftir bóltinum.

Tríggir minuttir restaðu, tá Rannvá Johannesen við sínum einasta máli í dystinum økti til 25-21. Tá skuldi verið avgjørt, men Stjørnan skoraði tríggjar ferðir afturat, soleiðis, at bara eina málið skilti liðini, tá avtornaði.

 

Aukse við aftur

Vágbingar hava leingi bíða eftir leikaraloyvinum hjá Aukse Vysniaskaite, sum fyri árum síðan spældi við VB. Tað kom upp á pláss um vikuskiftið, og í gjár var hon aftur í stríputa bláa og reyða búnanum. Hon royndist væl á miðjuni, hóast klaksvíkskvinnur tóku sær væl av henni. Aukse Vysniaskaite fekk fýra mál.

 

VB bjóðar av

Við sigrinum liggja Stjørnan og VB ájavnt í stigum á fyrsta plássinum. Trý stig eru til nærmastu kappingarneytarnir, og hóast kappingin bara er seks umfør gomul, so er líkt til, at klaksvíks – og vágskvinnur fara at stríðast um FM-heitið. VB hevur vunnið á øllum liðunum longu, meðan Stjørnan fyri fyrstu ferð tapti í gjár.

Spurningurin er nú einamest, hvussu Stjørnan fer at handfara fyrsta heimatapið í longri tíð. Útivøllur móti Neistanum er ikki lættasta uppgávan.

 

Fakta um dystin

Stjørnan – VB 24-25 (8-16)

10 min: 2-6

20 min: 5-10

40 min: 12-19

50 min: 17-21

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 10 (1), Durita Christophersen 6, Dianne Møller 3, Una Olsen 1, Durita Ljósstein 1, Durita Mikkelsen 1

VB: Daiva Tuiomaite 8, Gurið Mortensen 7, Aukse Vysniaskaite 4 (2), Laila Jespersen 3, Bára Mortensen 2, Rannvá Johannesen 1

Brotskøt: Stjørnan 1, VB 3

Útvísingar: Stjørnan 3, VB 4

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen