VB er framvegis við

Við einm tryggum sigri á Sumba, varðveittu vágbingar møguleikan fyri framhaldandi luttøku í kappingini um løgmanssteypið

VB-Sumba 4-0 (3-0)


Treytirnar undan dystinum vóru púrasta greiðar fyri VB, tá teir leygardagin á heimavølli tóku ímóti grannunum úr Sumba. Skuldi víðari luttøka í steypakappingini gerast veruleiki, var neyðugt hjá VB at vinna dystin, og allarhelst somikið trygt, at sumbingar ikki kundu vinna munin aftur, tá liðini um tvær vikur skulu avgreiða útsetta dystin.


Nógvur vindur

Úr Vági frætta vit, at vindurin suðuri á Eiðinum var nógvur, og at hetta eisini darvaði spælinum almikið.

Tó so, vágbingar lótu kortini ongan iva vera um úrslitið. Við málum frá Jóan Paula Olsen, Kristof Popzynzki og Robert Cieslewicz eydnaðist teimum at fara til hálvleiks við tryggari leiðslu, og so ráddi bara um at verja borg seinastu trý korterini.

Hetta eydnaðist eisini, og fyri at seta krúnuna á verkið, eydnaðist tað eisini Jóan Pauli at skjóta enn eitt mál móti endanum av dystinum, soleiðis at munurin gjørdist heili fýra mál.

Vágbingar eru nú so at siga tryggjaðir víðari luttøku í steypakappingini, og hetta munnu teir hóast alt ikki vera so illa nøgdir um.

Í teoriini kann Sumba enn taka sessin frá VB, men til hetta krevst, at Sumba vinnur útsetta dystin móti VB við fimm málum, og tað er neyvan at meta sum nakar realistiskur møguleiki.


VB-Sumba 4-0 (3-0)

1-0 Jóan Pauli Olsen 20.

2-0 Kristof Popzynzki 32.

3-0 Robert Cieslewicz 38.

4-0 Jóan Pauli Olsen 90.


VB:

Bjarni Johansen, Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Eyðun Kjærbo, Michael í Lágabø, Janus Kjærbo, Kristof Popzynzki, Palli Augustinussen, Robert Cieslewicz, Jóan Pauli Olsen, Milan Kuljic

Sumba:

Fróði Mortensen, Marlon Kjærbo, Bergur Winther, Trygvi Nielsen, Sólfinn Kjærbo, Spasoje Biberdzic, Sonni Kjærbo, Robert Larsen, Jón Lisberg, Heini Vestergaard, Rene Thomsen