HONDBÓLTUR
Neistakvinnurnar, ið liggja á øðrum plássi í Sunset-kappingini, taptu heldur óvæntað móti Kyndli, síðsta vikuskifti, og skulu tær tí royna at menna seg og standa ímóti, tá VB-kvinnur koma á vitjan.
Spurningurin hesaferð er, um Neistin veruliga kunnu skræða seg leysar av VB og hinum, ella um VB hinvegin klárar at halda lív í vónini um at gullkampurin skal vera millum útjaðaraliðini VB og Stjørnuna.
Hjá VB verður tað vónað at Daiva Toumaite, enn einaferð kann vísa hvør dugur er í henni. Hon hevur verið ein sannur fongur hjá VB, og ferð eftir ferð hevur hon prógvað tað. Seinasta dyst varð hon mansvard nærum allan dystin og megnaði hóast hetta at bombardera 14 mál ígjøgnum, og tað sigur ikki heilt so lítið um sterku litavisku kvinnuna.
Spenningur í hjá monnunum
Neistin hevur ein á pappírinum, lættari dyst enn hitt oddaliðið StÍF, men sum øllum kunnugt er tað ikki á pappírinum, at dystirnar verða avgjørdir.
Neistin taka ímóti einari særdari KÍF bjørn, og vinna teir hendan dystin, samstundis sum at VÍF knúgvar StÍF, kunnu Neistamenn draga frá og økja um spenningin í kappingini um annað plássið, har H71 og VÍF liggja og lúra, klár at taka av, um nakað av hinum liðunum byrja at fara av kós.
Spurningurin er so, hvar Kyndil flýtur hesaferð. Higartil hava teir ikki havt bestu gongdina at vísa á, og hava tapt fýra dystir á rað. Hesa ferð er mótstøðan H71, ið gjarna ynskja at blanda seg meira uppí stríðið um heiðursmerkini. Hinvegin er tað púra vist, at teir grønu úr Havn fara at kempa sum úlvur á skóg fyri at rætta uppá keðiliga gongdina, og fyri at vísa, at teir eru eitt lið, ið kann spæla hondbólt á hægsta støði.