VB eltir bronsuna

VB vann tryggan sigur á Stjørnuni og eltir framvegis Neistan í bronsudystinum

VB hevði í dag vitjan av Stjørnuni, og her gjørdist talan um tryggan sigur til heimaliðið.

 

Longu fyrstu minuttirnar kom greiður skilnaður millum liðini, og hendan munin hevði VB ongantíð hug at sleppa.

 

Við sigrinum er VB nú trý stig aftan fyri Neistan á bronsuplássinum, so tað skal vilja væl til, um bronsan skal enda í Vági. Fortreytin hjá VB er, at tær skulu vinna sínar dystir, og tann setningin greiddu tær so í dag.

 

VB-Stjørnan 34-21 (18-9)