Tríggir dystir hava verið í Hvonn-deildini í hondbólti í dag. Størsti dysturin var í Vestmanna, har oddaliðið tók ímóti VB, sum liggur á triðja plássi. Við flottum 23-23 javnleiki og fýra heimadystum upp í slag, so er FM dreymurin hjá VB enn á lívi, hóast liðið hevur mist týðandi spælarar. Trý stig eru upp til Kyndil, sum tó hevur spælt ein dyst færri.
Í Klaksvík greiddi Kyndil sín setnin og vann 26-21, eftir at hava verið á odda við seks málum í hálvleikinum. Her skoraði Súna K. Hansen heili ellivu mál fyri Kyndil. Á Skála vann H71 27-22 á StÍF. Kvinnurnar hjá H71 eru nú bara tvey stig aftanfyri Neistan, sum er á fjórða plássi.
Hvonn-deildin:
Stjørnan-Kyndil 21-26 (10-16)
Stjørnan: Tóra Eliasen 5, Jancy Jacobsen 4, Sonja Sidal 3, Mina Sirdal 3, Judith Dam-Jacobsen 3, Jórun B. Nielsen 1
Kyndil: Súna K. Hansen 11, Marianna G. Eystberg 4, Turið Arge Samuelsen 4, Bjarta Ó. Johansen 3, Bára K. Hansen 2, Anja Eliasen 2
VÍF-VB 23-23 (10-15)
VÍF: Marianna H. Jacobsen 7, Heidi Maria Akselsen 5, Agnas Olsen 4, Durita Jojic 2, Randi Virgarsdóttir 2, Tóra Seloy 1, Liljan Djurhuus 1, Kathe Frederiksen 1
VB: Gurið K. Augustinussen 7, Rúna M. Jacobsen 3, Bára K. Mortensen 3, Barbara K. Hjelm 2, Laila J. Eysturberg 2, Christina Holm 2, Rannvá Johannesen 2, Agnes Fallesen 1, Durita K. Hjelm 1
StÍF-H71 22-27 (11-12)
StÍF: Rebekka Justinussen 8, Erla J. Petersen 6, Fríðrún Olsen 3, Karina Jørgensen 2, Birita T. Mikkelsen 1, Guðrun Gærdum 1, Simona á Fríðriksmørk 1
H71: Maria H. Weyhe 9, Eva B. Arge 6, Anna á Steig 4, Karin Simonsen 2, Silja Sámalsdóttir 2, Tórhalla Thorsteinsdóttir 2, Durita Toftum 1, Sanna Gunnarstein 1
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 18 | 537 | 408 | 129 | 32 |
KYNDIL | 17 | 473 | 361 | 112 | 28 |
VB | 18 | 478 | 391 | 87 | 25 |
NEISTIN | 17 | 393 | 414 | -21 | 15 |
H71 | 18 | 398 | 457 | -59 | 13 |
STJØRNAN | 18 | 407 | 449 | -42 | 10 |
STÍF | 18 | 291 | 497 | -206 | 1 |