VB brúkti 20 minuttir at gera av við B68

Fótbóltur: Í eitt lítið korter vóru toftamenn raktir av kortslutningi. Ta løtuna spældi VB væl, og so vunnu teir sær sess í hálvfinaluni, men sessurin var kostnaðarmikil

Tá B68 var í Vági og spældi í bólkaspælinum vóru líkindini ógvuliga vánalig, bæði at sigla suður og at spæla fótbólt. Ta ferðina vann VB 5-1.

Sunnudagin hittust liðini aftur. Nú galt tað fjórðingsfinaluna, og at toftamenn tóku uppgávuna í stórum álvara vístu teir millum annað við at fara suður longu leygarkvøldið. Hesa ferð vóru líkindini góð, bæði at ferðast og spæla fótbólt í, og hesa ferð stóð B68 seg betri í Vági. Men teir stóðu seg ikki nóg væl, tí heimaliðið vann 3-1.

Fyrrapartin av fyrra umfarinum var spælið hjá gestunum á Vágseiði ikki so lítið átókt tí, teir vístu fyrra umfarið móti NSÍ. B68 hevði bóltin nógv, men teir høvdu trupulleikar at spæla seg ígjøgnum royndu verjuna hjá vágbingum og fram til málið hjá Bjarna Johansen.

Men so var tað, at VB fekk fatur á rætta endanum, og frá tí at teir eftir 29 minuttir fingu hol á, gingu tað bara seks minuttir til alt var avgjørt.

Toftamenn mugu taka ein stóran part av skuldina á seg fyri leiðslumálið, sum miðvallarin Tórður Holm fekk. VB fekk fríspark eitt sindur uttanfyri brotsteigin og eitt vet til vinstru. B68 gjørdi manngarð, men Tórður Holm sendi framvið verjugarðinum og flatt dygst inn við stólpanum í tí síðuni á málinum, sum B68 málverjin skuldi verja.

Málið setti eld í heimaliðið, og gestirnir vóru rættuliga skelkaðir. Teir mistu alt á gólvið, og verjan riggaði heilt illa. Tað gjørdi Krzystof Popczynski sær tvær ferðir dælt av. Fyrst tá hann legði flatt innfyri úr høgru, og ytsti miðvallarin í vinstru, Petur Óli Samuelsen, heilfluktaði í kassan og harvið fyri fyrstu ferð varð skrásettur sum málskjútti á besta liðnum hjá VB, og so tá hann legði innfyri úr vinstru, og skelaðu menninir í verjuni hjá B68 ikki funnu út av, hvør skuldi fáa bóltin av vegnum. At enda royndi Jákup Djurhuus at beina burtur, men ólukkutíð fyri hann og B68, so fór bólturin í málið aftanfyri Magnus Poulsen, og so var dysturin avgjørdur.

Seinna umfarið vóru vágbingar ikki serliga hugaðir at undirhalda. Teir høvdu fingið sítt og vóru á veg í hálvfinaluna, og so var tað luturin hjá B68 at stríðast og royna at fáa ferð á, meðan VB vildi hava tíðina at ganga.

B68, sum stutt undan hvíldini umskipaði og hevði skift tveir spælarar út, fekk eitt mál, sum Fróði Benjaminsen stútaði, eftir at Jan Petersen hevði lagt innfyri úr høgru, men teir komu ikki nærri enn tað.

At vágbingar, sum í steðginum umskipaðu, tá John Eystberg kom inn á miðvøllin og Hans Pauli Dahl fór aftur á vongverjan, har Marner Richard hevði verið, við so greiðari leiðslu mistu tveir spælarar kann ikki metast annað enn sera lítið professionelt. Jón Gærdbo og Krzystof Popczynski sleppa ikki at spæla við í Gøtu, tí síðsta korterið fingu teir báðir seinna gula kortið.j