Hondbóltur
Bæði í 2003 og 2005 átti VB besta kvinnuliðið í Sunset-kappingini, umframt at VB eisini hevur verið í fimm av 10 teimum síðstu steypafinalunum. Men tær glæsiligu løturnar standa í skríggjandi kontrasti til núverani støðuna á stigatalvuni, har VB er niðast – heili seks stig aftan fyri StÍF og VÍF.
VB hevur nú bara átta dystir eftir, og dysturin á Skála sunnudagin er ein av teimum, VB undir ongum umstøðum má tapa. Samstundis er StÍF í tí støðu, at verður vunnið á VB hesa ferð, er niðurflytingarvandin mestsum ruddaður burtur.
Í hinum báðum kvinnudystunum eru tey bæði oddaliðini, Stjørnan og Tjaldur, at rokna sum stórfavorittar, hóast bæði eru á útivølli. VÍF, sum hevur havt viðrák síðstu vikurnar, tekur ímóti Stjørnuni, og Neistin, ið enn situr rimmarfast á bronsuplássinum, fær vitjan av Tjaldri.
Ganga í einum bólki
Síðstu vikurnar hava ikki verið tær stóru broytingar í Atlantic Airways-kappingini. Bara eitt stig er millum nummar tvey og nummar seks, og skiftandi úrslitini hava gjørt, at liðini bert hava flutt seg innanhýsis, men einki er sloppið frá hinum.
KÍF, sum leingi lá aftast, er saman við H71 eitt stig framman fyri hini trý aftaru, sum eru VÍF, StÍF og Kyndil. Hesa ferð skulu kollfirðingar á útivølli spæla ímóti Neistanum, ið er níggju stig frammanfyri. KÍF hevur fyrr í vetur vunnið á Neistanum, so nú fæst at síggja, um tað var eitt »lucky punch«, ella um KÍF kann gera tað óvæntaða aftur.
H71 spælir longu í morgin ímóti StÍF, sum hevur tapt síðstu fimm dystirnar. Strandingar hava ikki vunnið, síðani teir hálvan november vunnu á júst hoyvíkingum. Triði dysturin er gamli klassikarin millum VÍF og Kyndil, og endar hann ikki við javnleiki, er væl hugsandi, at tað framvegis verður bara eitt stig millum fimm tey fremstu, tá vikuskiftið er farið afturum.