Neistin-VB 23-24 (11-13)
Undan dystinum hevði VB greiðar treytir um at vinna dystin, og eftir stigatalvuni at meta, skuldi talan heldur ikki verið um tað stóra ivamálið, tá tær sunnudagin skuldu royna seg móti Neistanum.
Talan gjørdist tó um eina sera torføra uppgávu móti teimum bláu, og tað var ikki fyrr enn seinasta bríkslið hevði ljóðað, at vágsgenturnar kundu kenn seg vísar í sigrinum.
Fyri VB merkti sigurin, at tær nú eru beint í hølunum á VÍF, sum tó hevur leikt ein dyst minni enn VB, so nógv bendir á, at FM dysturin nú stendur millum VB og VÍF, og ikki sum higartil millum Stjørnuna og VÍF
Fyri Neistin var Annika Thomsen toppskjútti við níggju málum, meðan Regina Radó somuleiðis skeyt nígjgu mál fyri VB










