VB bíðar á síðulinjuni

Hóast teir ikki hava kært, so er VB/Sumba óbeinleiðis vorðin partur av málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen.
Verður endaliga niðurstøðan tann, at HB verður dømt at tapa, so verður tað jú VB/Sumba, sum skal til Eiðis at spæla. Og tí eru tey í suðuroynni farin at ótolnast eftir, nær ein endalig greiða fæst á málinum.
Mánakvøldið hevði VB/Sumba tí lagt hesa viðmerking út um málið:
VB/Sumba hevur hesar viðmerkingar til viðgerðina av málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen, HB:
VB/Sumba vil hervið boðað frá, at felagið ikki kann góðtaka viðgerðina av omanfyri nevnda máli.
VB/Sumba hevur staðið sum eygleiðari í hesum máli, tí málið er ikki kært av VB/Sumba.
Málið er tikið upp av Kappingarnevndini í FSF.
Síðani hevur málið verið í 3 nevndum í FSF til viðgerð og niðurstøðu, og av teimum hevur bert Starvsnevndin í FSF tikið greiða støðu til kjarnina í málinum.
VB/Sumba góðtekur ikki niðurstøðuna hjá Dómsnevndini. Um Dómsnevndin metir, at mannagongdin í.s.v. viðgerðina av málinum ikki hevur verið røtt, krevur VB/Sumba, at málið verður sent aftur til Kappingarnevndina við kravi um, at Kappingarnevndin tekur endaliga niðurstøðu í málinum.
Viðmerkingin er undirskrivað av Gudfinn Olsen, formanni í VB/Sumba.