Hevði Neistin eina vón um FM-finaluna undan ferðini til Vágs, so er tann vónin nú púrasta burtur.
Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum leikaði javnt á, men tá heimaliðið togaði avstað seinastu løtuna undan steðginum, fekk Neistin ikki svarað aftur. Hóast gestirnir royndu at toga, so gav hetta ikki úrslit, og við sigrinum er tað nú VB, sum er á triða plássinum í landskappingini.
Har hevur VB 14 stig fyri sínar 13 dystir. Neistin hevur 13 stig.
VB-Neistin 32-26 (20-16)