Magnus Gunnarsson
Á myndum av gomlum Vauxhall bilum er ikki altíð so lætt at avgera, um talan er um ein Velox ella Cresta. Orsøkin er tann at tað í fleiri førum vóru somu bilar í ymiskum útgávum. Velox var standard útgávan, meðan Cresta var luksusbilurin.
Panoramarútar
Bilarnir, vit hava myndir av her, er 1961 modellið, sum líkist einum amerikanara frá tí tíðini. Eins og Opel høvdu fleiri Vauxhall bilar panorama rútar framman og aftan, t.v.s. at rútarnir er bendir um hjørnini, fyri at geva betri útsýni sum vit síggja á myndunum. Hetta vóru sera snøggir bilar við 6 syl. motori við 2651 cc. Og 113 HK.
Koyrieginleikarnir vóru góðir, tá hugsað verður um, at teir høvdu blaðfjaðrar aftan og diogonal dekk. Velox og Cresta vóru stórir og rúmligir at ferðast við, eins og teir vóru brúktir sum hýruvognar eisini her hjá okkum. Teir høvdu ein 3 trins fult synkroniseraðan gearkassa og rættgear.
6 persóna bilur
Instrumentborðið hevur vatnrætt speedometur, har vísarnir skifta lit frá grønum til gult, tá ferðin fer upp um 50 km/t, og til reytt, tá ferðin fer yvir 100 km/t. Framman høvdu teir heila sofu, so 3 fólk kundu sita á forsetrinum, so talan var um 6 persóna bilar. Hóast tað eru nógv ár síðan, vit hava sæð nýggjar Vauxhall bilar her um okkara leiðir, verða teir framleiddir í Onglandi sum Opel bilar við Vauxhall búmerkjum.
Vauxhall Cresta frá 1961
Motorurin 6 syl. 2651 cc. 113 hk
0-100 km/t 15,2 sek.
Bensinnýtsla 11,4 km/l við 80 km/t
Longd 454,5 cm
Vekt 1210 kg.