Váttað: Jenis á fund við Blinken

Føroyski uttanríkisráðharrin skal fundast við amerikanska uttanríkisráðharran um Arktis

Mánadagin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, á fund við amerikanska starvsbróður sín Antony Blinken. Hetta váttar Uttanríkismálaráðið nú.

 

Vit hava vitað tað síðan mikudagin, men enn hevur tað ikki verið alment váttað. Tað er tað so nú. 

 

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, og grønlendski uttanríkisráðharrin, Pelle Broberg, verða eisini á fundinum, sum verður í Keypmannahavn.

 

Umframt mál av áhuga fyri ávikavist Danmark og Grønland, skulu millum annað samstarvið millum Føroyar og USA og støðan í Norðurhøvum og Arktis umrøðast.

 

Jenis av Rana hitti undanfarna amerikanska uttanríkisráðharran Michael Pompeo í Keypmannahavn í juli í fjør. Í november skrivaðu Føroyar og USA undir partalagsyvirlýsing um økt sínámillum samstarv.

 

Les eisini: Amerikanski uttanríkisráðharrin loypir Føroyar um

 

Les eisini: Jenis skal á fund við høgru hond hjá Biden