Vátt um vikuskifti

Tað letur til, at tað eru fáir turrir dagar fyri framman, um danska veðurstovan DMI hevur rætt.

Leygardagin fer eitt lágtrýst vestan fyri Skotland í ein norðan og ein tilhoyrandi hitabrúgv kemur yvir Føroyar av suðri. Sunnudagin kemur tilhoyrandi kuldabrúgvin av vestri. Síðani breiðir eitt hátrýst seg yvir bretsku oyggjarnar og sendir ein lýggjan sunnanvind yvir Føroyar, áðrenn tað, miðskeiðis í næstu viku, aftur kemur eitt brúgvalag framvið úr vestri.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, undir 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Sum frá líður skýggjað og frá miðdegi fer at regna. Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið og enn skýggjað og regn av og á

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og stundum regn. Hitin um 10 stig. Um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, men hann snarar í ein vestan. Tað klárar í, verður samdrigið og okkurt æli og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, eina løtu upp í ein strúk av vindi, 13 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein útsynning. Nakað av sól, men eisini okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin verður gul til andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og um náttina regn í støðum og hitin um 10 stig.

 

Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum um náttina minkar nakað. Skýggjað og stundum regn og hitin um 10 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 metrar um sekundið, skýggjað og stundum regn. Seinni verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, og tað klárar í. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 2 og 8 stig.