Vátt og kalt alla vikuna

Eitt lágtrýst, 962 hPa, vestan fyri Skotland, fer í ein eystan og landnyrðing. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni kemur væntandi inn yvir Føroyar sunnudagin av suðri og landsynnningi. Síðani fer lágtrýstið móti vesturnoregi og fyllist. Lágtrýstið leggur seg síðani uttan fyri vesturnoreg komandi dagarnar og gevur nakað kaldari veður við vetrarælum.

 

Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, av eystri og landnyrðingi, um kvøldið og náttina makar hann vindin eitt bil. Skýggjað og regn av landsynningi. Hitin alt døgnið millum 3 og 6 stig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, seinni norðri, 13 til 18 m/s, samdrigið og ælaveður, út á dagin møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Týsdagin makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin meiri. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, og hitin millum frostmarkið og 4 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís sum vátaslettingur ella kavi, og hitin millum frostmarkið og 4 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av eystri og landnyrðingi, sum út á dagin makar nakað og snarar í ein norðan. Samdrigið og ælaveður, partvís sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.