Lýggj luft streymar inn yvir Føroyar av útsynningi. Eitt brúgvalag fer framvið Føroyum av vestri og hevur við sær kaldari luft við ælaveðri. Hósnáttina fer ein hátrýstsryggur at gera veðrið støðugari eitt stutt bil, áðrenn nýggj brúgvaløg við regni og vindi streyma inn yvir oyggjarnar av vestri.
Mánadagin verður sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av útsynningi og vestri, seinnapartin í støðum upp í skrið, 18 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men sum frá líður klárar í av vestri og sólglottar, men seinnapartin eisini ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Týsnáttina strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður og hitin millum 2 og 6 stig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig. Um náttina enn ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 5 stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum út á seinnapartin makar niður í gul til stítv andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl, og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið makar hann vindin niður í lot til andøvsgul og snarar í ein útsynning, 2 til 7 m/s. Skýggjað, men turt og hitin frá beint undir frostmarkinum upp í fimm stig.
Hósdagin verður vindur av útsynningi, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn av vestri. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin makar hann vindin aftur niður í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, sum frá líður vátaslettingur og kavi, og hitin millum 1 kuldastig og fimm hitastig.
Leygardagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av vestri og útnyrðingi og snarar sum frá líður í ein sunnan og útsynning og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, um kvøldið vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 6 hitastig.