Í morgun var løggilding til vatnveitingina á Selatrað handað Arthuri Johannsen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu, sum Selatrað er partur av.
- Vatnveitingin á Selatrað er fyrsta vatnveiting í Sjóvar kommunu sum verður løggildað. Vatnveitingin veitir vatn til umleið 40 fastbúgvandi fólk. Í økinum eru eisini størri skótalegur, og verður tá veitt vatn til fleiri 100 fólk.
Tað siga tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í dag.
Víst verður á, at løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti á vatnveitingarskipanini eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
- Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina.
Lagt verður aftrat, at endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av reinsiverkinum og vatnleiðingini.
- Eisini er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit og annað skjalfest. Nú eru tilsamans 16 vatnveitingar í Føroyum løggildaðar, vita tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at siga.