Vatntrupulleikar

John Sigurd Joensen

valevni á Javnaðarlistanum í Klaksvík

 


So at siga øll tey ovastu húsini hava trupulleikar av vatnið, sum rennur úr haganum tá tað regnar. Eisini hús sum liggja niðan fyri hava tann sama trupulleikan. Eg veit at nógv hava klaga til býráðið um hesar vatntrupulleikar, men svar kemur onki aftur frá býráðnum, og onki verður gjørt. Hetta er ein ótolandi støða hjá teimum sum hava henda truplleika, at hvørja ferð tað regnar so liggur alt undir í vatni.

Hetta er ein uppgáva hjá býráðnum at loysa. Nú verður býráðval, tí vil eg bert heita á tykkum, sum hava hesar vatntrupulleikar, farið á val og velji meg persónliga, so skal eg syrgja fyri at hetta verður tikið upp sum skjótast. Eg tori, torir tú. Gott val.