Í dag er Vatnsoyrar 100 ár

Seinnapartin leygardagin verður skipað fyri hátíðarhaldi

Mynd: vaga.fo Myndin er lænt frá Heðini Poulsen í Vatnsoyrum

Vága kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni í dag:

 

 

 

Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen – Stóri Martin, Martin Jacobsen – Lítli Martin, Dánjal Poulsen – Suðuroyar Dánjal, Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen.

 

Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum. Í 1921 avger hann at flyta oman at búgva og býr við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húskið, ið setist á staðnum. Dagurin er 20. oktober 1921.

 

Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna skipað eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdini. Og leygardagin 23. oktober kl. 14.00, verður hátíðarhald í bygdini í samband við 100 ára dagin, tá miðstaðarøkið somuleiðis alment verður tikið í nýtslu.

 

Skráin fyri dagin:

 

Kl. 14.00 Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og heldur eina røðu

 

Kl. 14.10 Borgarstjórin avhendar miðstaðarøkið og Kirstin Poulsen úr Vatnsoyrum avdúkar minnismerkið

 

Kl. 14.15 Fjósið – fyrsta húsið í Vatnsoyrum er opið við myndaframsýning

 

Kl. 14.45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Zarepta har kommunan bjóðar kaffi og kakur

 

Kl. 14.50 Vágakórið syngur

 

Kl. 15.30 Í salinum greiðir Karl Jóhan Nielsen frá um Vatnsoyrar og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur hugleiðir um Vatnsoyrar sum niðurseturbygd

 

Kl. 16.00 Bókaframløga um Vatnsoyrar – Dánjal Poulsen leggur fram um ætlaðu bókina um Vatnsoyrar

 

Kl. 17.00 Tiltakið endar

 

Mynd: vaga.fo Myndin er lænt frá Heðini Poulsen í Vatnsoyrum