Vatnlitsmyndir í Stephanssons húsi

Fríggjadagin 24. apríl varð fernisering í Stephanssons Húsi í Havn í sambandi við eina framsýning hjá Kari Roarsdóttir Nilsen.

Á framsýningini eru 29 vatnlitsmyndir. Framsýniningin hevur heitið “Djór, fólk, fantasiverur, stemningur, náttúrulýsingar, tankar og dreymar”. Nakrar av myndunum eru í lesibókini »Hervør og Høgni í triðja«, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í heyst, og onkrar eru í Míni Jólabók 2006, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. 


Kari Roarsdóttir Nilsen er norsk. Hon hevur búð í Føroyum í 20 ár og arbeiðir hjá býargartnaranum í Tórshavnar kommunu. Kari hevur altíð havt áhuga fyri at tekna og mála. Hon hevur verið við á fleiri framsýningum, bæði sum sjálvstøðug og saman við øðrum. 


Opið er gerandisdagar frá kl. 9-16. Framsýniningin verður opin til og við Dýra biðidag tann 8. mai.