Vatnlitir í Oynni

Gallarí Oyggin hevur í hesum døgum framsýning við norðurlendskum listafólkum, ið mála vatnslitsmyndir við

Vatnlitsmyndir við føroyskum myndevnum. Soleiðis kann framsýningin stutt lysast. Tað er Gallarí Oyggin á Tvøroyri, ið hevur fingið hesa framsýning í lag. Norðurlendsk listafólk sýna fram og felags er, at tey mála vatnlitsmyndir. Og í stóran mun eru myndevnini føroysk.

Morten Paulsen úr Noreg, Karen Friman og Maria Gautier úr Svøríki og Hartvig Stenholt Hansen úr Danmark sýna fram í Gallarí Oynni.

Hartvig Stenholt Hansen var til staðar, tá sýningin lat upp týsdagin. Hann segði, at tey sum listafólk eru hugtikin av Føroyum og at her fáa tey íblástur. Myndirnar bera eisini boð um, at eittnú ljósið og litirnirgeva listafólkunum hug at mála.

Gallarí Oyggin hýsir framsýningini til 3. mai, men Palle Julsgart sigur, at væntandi verða aðrar framsýningar á skránni í summar.