Vatnkríggið í Klaksvík gekk friðarliga fyri seg

Bátarnir vóru væl útgjørdir og fingu bæði fólk á landi og á sjónum karm, júst so sum ætlað – eisini ein av myndamonnunum fekk karm, eins og myndatólið frá einum ”vinarligum” sjórænara.

 

Men hetta kann roknast við, tá ið tú fert í vatnkríggj. Har eru eingi veto ella undantaksstøður at heinta.

 

Aftaná varð vitjað í vatnkørunum, har fiskar svimja runt, og vekir hetta áhuga hjá børnum, foreldrum – ommum og abbum.

 

Notin varð eisini ein heitur koppur av kakao, sum kom væl við.

 

Jú, vit gleða okkum til enn ein spennandi dag í dag eisini.