Nú kunnu borgarar í Tórshavnar kommunu síggja úrslitið av vatnkanningunum á heimasíðu kommununar.
Allir borgarar kunnu vissa seg um vatndygdina í kommununi. At vatndygdin er í lagi merkir, at ávís markvirði verða hildin. Eitt nú virði fyri liti, klárheit, pH og bakterium. Til dømis mugu sjúkuelvandi bakteriur, so sum koliformar og E. coli bakteriur, ikki staðfestast í vatninum.
Kanningartíttleikin er í høvuðsheitum tengdur at fólkatalinum, sum fær vatn frá tí ávísa vatnverkinum. Til dømis verður rávatn úr Villingadali kannað annan hvønn mánað, meðan drekkivatn úr Villingadali verður kannað mánaðarliga.
Eisini síggjast mikrobiologisk umsýn, sum verða tikin, tá drekkivatnið ikki lýkur markvirðini. Tað eru aloftast bakteriur í drekkivatninum, sum eru orsøk til at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.
Kommunan er nógv vaksin, bæði í vídd og fólkatali, og eru í dag 14 størri og smærri vatnreinsiverk, og fáa so at siga allir borgarar sóttreinsað vatn.